Føroya Tele hevur fingið nýggja Boðtænastu, sum hevur nummarið 480 000. Hon gevur brúkarunum fleiri møguleikar enn tann gamla, sigur Føroya Tele í tíðindaskrivi.
Ein av nýggju møguleikunum er, at nýggja Boðtænastan sendir eini SMS boð til fartelefonina, tá nýggj boð eru í klivanum. Vegleiðing til nýggju tænastuna verður send út við komandi fartelefonrokningum.
Gamla boðtænastan, sum hevur nummarið 303 000, verður tó virkin til 1. mai 2002, so at boð kunnu avgreiðast í henni eina tíð enn.
Fyri at skifta frá gomlu til nýggju Boðtænastuna til nýggja nummarið 480 000 leggjast inn í víðaristillingina til Boðtænastuna ístaðin fyri gamla nummarið 303 000. Eisini skal nýggj uppseting til Boðtænastuna gerast fyrstu ferð ringt verður við til nýggja nummarið. Vegleiðing um hetta fæst í telefonini. Nærri kunning fæst eisini í vegleiðingini.
Vinnukundar, sum hava persónligt boðtænastunummar, kunnu nýta sama nummarið til nýggju Boðtænastuna. Um lurtast skal eftir boðum í gomlu Boðtænastuni, skal ringjast 303 000, tí persónliga boðtænastunummarið er virkið í nýggju tænastuni. Meira fæst annars at vita í Telebúðunum og við at venda sær til Føroya Tele.










