Føroya Tele nú eisini flatrate

Í gjár kunngjørdu Kall og Elektron, at tey fara at bjóða flatrate-hald til viðskiftafólk teirra. Teir vilja vera nummar eitt siga teir, men nú svarar Føroya Tele aftur, tí teir fara eisini at bjóða flatrate í næstum

Nógv hevur verið lýst við EITT seinastu tíðina, men í gjár varð so kunngjørt, at tað er Kall og Elektron, sum standa aftanfyri átakið, og er tað eitt flatrate-tilboð til allar føroyingar.
Richard Mortensen er stjóri í FT-samskifti, og vit spurdu hann, um Føroya Tele ikki fer at bjóða sínum kundum flatrate? - Jú tað fara vit at gera. Longu fyri trimum árum síðani høvdu vit flatrate til breiðband, men vit fingu góðskutrupulleikar av tí, og valdu at steðga við tí. Síðani valdu vit at hava eina varligari tilgongd, har kundin fekk eina ávísa nøgd tillutaða, og vit harvið ikki lovaðu meiri enn vit kundu halda. Men tá søgdu vit, at vit fóru at venda aftur til flatrate, og tað gera vit nú, sigur Richard Mortensen frá Føroya Tele.

Hví nú
Men hví kemur Føroya Tele júst nú við tilboðnum um flatrate-hald, spyrja vit Richard Mortensen. - Vit hava allatíðina arbeitt miðvíst fyri at dagføra tøknina og at fáa okkara uttanlands kapasitet øktan. Nú vit eru klár, hava vit spakuliga valt at økja um ókeypis fríu nýstluna, og vit hava í langa tíð havt flatrate um náttina á tveimum haldum okkara. At bjóða flatrate-hald til kundar okkara hevur ligið í kortunum í eina tíð, og hava vit allatíðina ætla at bjóða flatrate í 2006, men nú hava vit so framskunda ætlanir okkara nakrar vikur, greiðir Richard Mortensen frá.
Hann sigur eisini, at Føroya Tele sær hetta sum eitt eyka tilboð til kundarnar. Teir halda tað vera skilagott at koma við einum aftursvarið beinanvegin, fyri at tryggja kundunum møguleikan at velja.

Tørvur er á flatrate
Føroya Tele hevur fyri stuttum við einum lýsingarátaki, økt um fríu nýstluna úr trimum til seks gigabyte. Hetta er sera nógv, og spurningurin er so, um tørvur yvirhøvur er fyri flatrate? - Vit hava fylgt gongdini nógv seinastu árini og kunnu staðfesta, at tað er ein ávísur bólkur millum tey ungu, sum hava tørv í hesum. Hinvegin eru okkara núverandi hald soleiðis samansett, at tey allarflestu fáa nøkta tørv teirra fyri samskifti við teim vanligu haldunum, vit kunnu bjóða í dag. Og tey eru munandi bíligari enn eitt flatrate-hald. Men vit vilja samstundis kunna bjóða teimum kundunum við stóra tørvinum, møguleikan at velja flatrate frá Føroya Tele, sigur Richard Mortensen.

Besta og tryggasta breiðband
Richard Mortensen greiðir frá, at tað altíð hevur verið týdningarmikið hjá teimum at tryggja tað besta og tryggasta breiðbandið í Føroyum. - Góðskan skal altíð vera góð, staðfestir Richard Mortensen.
Spurdur um prís, sigur Richard Mortensen, at hetta enn ikki er endaliga avgjørt, men at tað, eins og hjá kappingarneytunum, verður munandi dýrari enn vanligu haldini. - Hinvegin kann kundin velja at halda fram við gomlu haldunum, sum eru og vera munandi bíligari enn flatrate-haldini.

Bíðitíðin minkar
Eitt, sum øll vita, ið hava breiðband frá Føroya Tele er, at bíðitíðin er sera long, frá tú hevur bílagt til at tú hevur fingið breiðband. Hetta eru tey eisini greið yvir á Føroya Tele, men nú sær út til, at hetta verður broytt. - Av tí, at vørðan var so væl umtøkt hevur tilgongdin verið so stór. Men vit hava allatíðina gjørt alt, fyri at hava so stutta bíðitíð sum gjørligt. Vit hava havt fleiri fólk úti frá at hjálpa til, men nú talið av montørum tvífaldað, so bíðitíðin fer at minka, staðfestir Richard Mortensen, sum við einum skeivum smíli leggur aftrat, at hinvegin er góðskan á vørðuni so mikið góð, at tað er vert at bíða eftir.