Talan er um at binda tvey av teimum framleiðandi oljufeltunum vestan fyri Hetland, Schiehallion og Clair, í Shefarkaðalin, sum í løtuni verður lagdur millum Hetland og Føroyar. Hesin sáttmálin kann gerast duraopnarin hjá Føroya Tele at koma inn sum veitari av ymsum teletænastum til eitt stórt oljufelag. Hetta verður eftir øllum at døma størsta einstaka samstarvsverkætlan føroyska telefyritøkan hevur gjørt.
Sosialurin skilur, at samráðingarnar um hetta sera spennandi og avbjóðandi samstarvið millum ta størstu KT fyritøkuna í Føroyum og so hetta eina av heimsins størstu oljufeløgum er við at koma undir land.
Munandi sparing fyri BP
Talan verður um munandi sparingar fyri oljufelagið og nútímansgerð av samskiftinum millum oljufelt, har BP er fyristøðufelag og so høvuðsskrivstovurnar á landi. Higartil hevur BP verið noytt til at senda data- og KT serfrøðingar út á framleiðslustøðini, te. framleiðslupallin á Clair og framleiðsluskipið á Schiehallion oljufeltunum at taka sær av uppgávunum. Hetta krevur bæði flutning og pláss umborð. Við at leggja smærri kaðalar millum hesi framleiðsluplássini og Shefarkaðalin, sum gongur úr Skotlandi um Hetland til Føroya, kunnu tey senda næstan óavmarkað av data víðari til støðirnar á landi, har hesi síðani verða viðgjørd. BP fær sostatt umvegis Shefarkaðalin eitt samband við bretska meginlandið. Eitt er so kaðalsambandið, eitt annað er sjálvur trafikkparturin. BP fer sum skilst at leiga kapacitet yvir fimm ár fyribils.
Annars er tað ikki nakað nýtt, tá tosað verður um tørvin á at knýta oljupallarnar vestan fyri Hetland við land. Hesin tørvur hevur verið stórur leingi veit Sosialurin frá keldum í oljuumhvørvinum í Aberdenn. Dialogur hevur verið í mong ár um, hvussu man kann knýta oljupallar saman við meginlandið. Longu tá Farice varð lagdur var hetta málið uppi at venda. Og tá Shefarverkætlanin gjørdist veruleiki bleiv sambandið millum oljupallar og meginlandið eisini ein partur av dialoginum.
Tað er eisini greitt, hyggja vit at framtíðini og menningini av oljuframleiðsluni vestan fyri Hetland sum heild, so kann tað gerast sera aktuelt eisini at knýta komandi oljuframleiðandi felt eitt nú við føroyska markið í kaðalin ella meira sannlíkt í hini oljuframleiðandi feltini, sum longu er knýtt í Shefarkaðalin.
Her er og fer at verða ein uppaftur størri tørvur hjá oljufeløgum viðvíkjandi telesamskifti, sum ikki verður nøktaður í dag. So fyri føroyskar telefyritøkur kann oljuvinnan og her í fyrstu atløgu tann vestan fyri Hetland og nærhendis føroyska markinum gerast gull verd.
Broyta mannagongdirnar
Hvat kunnu so oljufeløg spara við at taka upp samstarv við føroyska telefyritøku! Sambart keldum Sosialurin hevur tosað við kann sparingin hjá BP vera sera stór, tí felagið fær eina rúgvu av dataupplýsingum, sum koma upp frá botninum og sum vanliga skulu viðgerast av serfrøðingum á staðnum. Nú kunnu hesi data sendast beinleiðis inn á høvuðsskrivstovurnar á landi, ístaðin fyri at hesir serfrøðingar verða fluttir út á framleiðslustøðini í heilum, og har teir so skulu yvirnátta. Tað verður tí ein sera stórur vinningur hjá einum oljufelag at kunna senda data í land heldur enn at senda fólk út á framleiðsluplássið at viðgera hesi.
Spurningurin snýr seg heilt einfalt um at fáa nútímans telesamskifti út á oljupallarnar og framleiðsluskipini (FPSO). Hetta krevur bæði ein kaðal og førleika til telesamskifti. Eitt oljufelag hevur sum er ikki telesamskifti sum sítt kjarnuøki vanliga, og tí vil tað vera skilagott fyri tað at samskifta við eitt telefelag um at veita slíkar tænastur. Og her kemur so Føroya Tele inn í myndina, tí tað hevur førleika til at leggja kaðalar og at veita tær tænastur, sum hartil hoyra. Spurt kundi verið, hví ikki hetta er ein uppgávu hjá stórum telefeløgum sum eitt nú bretska BT! Svarið kann vera, at hetta er møguliga ein ov lítil avbjóðing hjá teimum heilt stóru telefyritøkunum. Hinvegin krevur tað eisini eina ávísa stødd av einum telefelag, soleiðis at eitt oljufelag kann líta á tað sum partnara. Ta støddina tykist so Føroya Tele eftir øllum at døma at hava, nú ein avtala er við at koma í hús.
Shefarkaðalin í Føroyum í september
Spurningurin er so eisini, hvat eitt slíkt samstarv kann bera í sær av øðrum tænastum so sum breiðbandi og tráðleysum tænastum á pallunum. Framtíðar spurningurin kann verað, hvussu ein fyritøka sum Føroya Tele kann koma at taka sær av øðrum teletænastum umborð á einum oljupalli eisini!
Tað skilst annars, at Shefarkaðalin longu kemur uppá land í Føroyum í næsta mánað, og at kaðalarnir til Clair og Schiehallion longu eru ella verða lagdir.
Vit hava roynt at fáa eina viðmerking frá stjóranum í Føroya Tele, Kristian Davidsen. Hann ynskir ikki í løtuni at gera nakra viðmerking men váttar fyri Sosialinum, at samráðingar hava verið við BP um samstarv.
Málið hevur tó verið frammi alment áður. Á fundi í oljutinginum nakað herfyri varð tað nevnt, at Føroya Tele arbeiðir við ætlanum at fáa tætt samstarv við eitt risastórt oljufelag, og gjørdist hetta til veruleika, so sá Føroya Tele stórar møguleikar í framtíðini at gerast veitari hjá BP kring heimin á fleiri av teimum økjunum, sum føroyska fyritøkan í løtuni virkar á. Herfyri skrivaði The Shetland News, at Shefarkaðalin møguliga fór at vera grundarlag fyri samstarvi millum BP og Føroya Tele. Blaðið skrivaði, at í sambandi við verkætlanina hjá Føroya Tele at leggja ein 390 kilometur langan kaðal millum Stóra Bretland og Føroyar verður eisini arbeitt við at íbinda Shiehallion og Clair oljukeldurnar í Shefarkaðalin.
Sosialurin skilur, at henda stóra verkætlanin kemur sera væl við hjá Føroya Tele, sum einsamalt hevur gjørt íløgu í Shefarkaðalin uppá umleið 130 mill. Kr. Hon fer at gera íløguætlanina nógv meira rentabla.
Duraopnari
Eisini skilst, at henda verkætlanin kann gerast duraopnarin hjá Føroya Tele at gerast veitari av nógvum øðrum tænastum bæði her um leiðir men ikki minst úti í heimi, har BP arbeiðir. Tað er tó eingin loyna, at tað skal bæði tol og ikki minst professionalisma til at fáa avtalur við stóru oljufeløgini. Eisini er byrokratiið stórt, og tí er tað altavgerandi at kunna fáa eitt bein inn um. Og nógv bendir á, at Føroya Tele við einum sáttmála nú kann gerast veitari á øðrum økjum við. Talan kann tá gerast um stórar upphæddir, sum so aftur fara at telja við í hagtølunum yvir útflutning, sum einki hevur við høvuðsvinnuna, fiskivinnuna at gera.










