Føroya Tele keypir Vodafone

Eftir øllum at døma er Føroya Tele um at keypa Vodafone í Íslandi. Morgunblaðið í Íslandi skrivar at samráðingar hava verið. – Eg havi ongar viðmerkingar til málið, sigur Kristian Davidsen, stjóri á Føroya Tele

Sambært Morgunblaðnum í Íslandi er Føroya Tele um at keypa Vodafone í Íslandi. Sambært Morgunblaðnum er heilt tætt við eina avtalu, sum hevur við sær, at Vodafone verður keypt av Føroya Tele.

Tað er landsbankin í Íslandi, sum eigur Vodafone, og Morgun blaðið skrivar, at Føroya Tele hevur verið í tøttum sambandi við Landsbankan um at keypa Vodafone í Íslandi.

Í Føroyum er dóttirfelag hjá Vodafone í Íslandi, og tað er í beinleiðis kapping við Føroya Tele.