Hjá Føroya Tele síggja tey tørvin hjá hetlendingum á fjarskiftisøkinum sum ein góðan og upplagdan møguleika at koma út um landoddarnar við vørum og tænastum. Tá oljuboripallar vestan fyri Hetland í fjør vórðu knýttir upp í SHEFA-2 brúkti Sosialurin m.a. yvirskriftina: “SHEFA-2 leggur gullegg”. Hóast hann altíð er varin og ikki tekur munnin ov fullan, so dylur tann fryntligi og professionelli leiðarin á FT Net, Páll Vesturbúð ikki fyri, at myndamálið við gulleggunum er júst tað, sum Føroya Tele hevur havt í kvittanum, tá henda stóra íløga varð gjørd. Fyrst og fremst er hon gjørd fyri at tryggja Føroyum gott samband. Harnæst kemur øll hjáveiðan. Og har er tað so ein sannroynd, at risastórar fyritøkur í oljuvinnuni longu hava bitið á. Nú verður so farið eitt stig víðari. Í land í Hetlandi. Føroya Tele kemur inn í myndina sum ráðgevi og veitari umvegis SHEFA-2.
- Føroya Tele sær Hetland sum ein nýggjan marknað, har felagið kann arbeiða í framtíðini. Eg ivist heldur ikki í, at ein KT risi sum British Telecom sær positivt uppá, at eitt felag sum Føroya Tele kemur inn á marknaðinum og kann vera við til at loysa nakrar av teimum uppgávum, sum liggja fyri framman.
Páll Vesturbúð vísir á, at Føroya Tele hevur í eina tíð samstarvað við Shetland Island Council í sambandi við Shefakaðalin, sum fer í land í Hetlandi, uttan tó at tann møguleikin hevur verið troyttur í Hetlandi enn.
-Hetta er so ein nýggjur marknaður fyri okkum. Í fyrsta umfari er ætlanin at kanna møguleikarnar og vita, hvat skal gerast fyri at lata upp fyri kaðalinum.
Sjálvandi ynskja vit at selja meira kapasitet her. Men hetta er eisini ein marknaður, har BT stendur sera sterkt. Tað er tí eisini umráðandi fyri hetlendingar, at okkara virksemi har ikki hevur við sær, at BT gevst við at gera íløgur har í framtíðini.
Kaðal til Lervick
Arbeitt verður nú við at kanna, hvussu sambandið kann flytast inn móti Lervickøkinum. Tað verður so fyrst og fremst okkara vitan innan fjarskifti, sum vit fara at bjóða teimum.
Íløgurnar verða í fyrsta umfari gjørdar av hetlendingum sjálvum. Shefakaðalin fer uppá land í Hetlandi til eina kaðalstøð har, men í dag er einki samband millum hana og restina av verandi infrakervi.
Páll Vesturbúð sigur víðari, at hetta væl kann útvikla seg til nakað stórt og serstakliga um hetta eisini verður gjørt í samstarvi við BT. Hetta er tað sum Føroya Tele helst vil.
Støðan í dag er tann, at Hetland hevur eitt rættiliga stórt útboð av tænastum, men man hevur ikki tað infrakervi, sum kann bera allar hesar tænastur út til kundarnar.
Føroya Tele fylgir eisini væl gongdini á olju- og gassleiðunum vestan fyri Hetland. –Har eru nýggj øki, sum verða latin upp fyri boringum komandi árini. Vit hyggja tí eisini eftir møguleikum.
Shefakaðalin, sum fer á land í bæði Hetlandi og Orknoyggjum, kann í framtíðini eisini koma væl við hjá oljuvinnuni í landi. Her finnast stórir oljuterminalar, sum taka ímóti olju og gassi frá leiðunum vestan fyri Hetland.
Páll Vesturbúð vísir á, SHEFA-2 kaðalin var ein neyðug íløga uppá sikt fyri at tryggja altjóða sambandið hjá Føroyum. Og Shefa er ein íløga, sum skal vara nógv ár fram og sum er tung at lyfta. Føroya Tele roynir tí eisini at fáa inntøkur av Shefa á øðrum marknaðum og her er tann hetlendski ein av hesum nýggju marknaðum.