Føroya Tele hjálpa øðrum londum at senda sjónvarp

Tá ið Televarpið fór at senda, var tað eitt slóðbrótandi tiltak, sum onnur lond nú hava fingið áhuga fyri og Føroya Tele hevur fleiri fyrispurningar um at ráðgeva øðrum londum

Sjónvarp

Tá ið føroyska Televarpið fór at senda, var tað eitt slóðbrótandi tiltak, ikki bara í Føroyum, men eisini uttanlands.
Og hetta er nakað, sum útlendingar eisini hava lagt merki til.
Aksel Haraldsen á Televarpinum sigur, at tá ið Televarpið fór at senda, var tað spildurnýggj tøkni, sum var tikin í brúk.
Og tað gekk ikki so long tíð, til Televarpið eisini fór at vekja ans uttanlands.
Og nú Televarpið hevur sent í eitt gott hálvt ár, hava fleiri lond vent sær til Føroya Tele við fyrispurningum um hjálp til at stovna televarp í teirra egna landi.
Aksel Haraldsen sigur, at í løtuni viðgerð Føroya Tele ítøkiligar fyrispurningar um samstarv úr Íslandi, av Malta, av Grønhøvdaoyggjum og aðrastaðni eisini.
Seinni í ár skal Televarpið eisini vera við á altjóða ?ITU Conference?, ið er ein ráðstevnu í Geneve um tøkni og har er Televarpið í miðdeplinum, eins og grein er um Televarpið í sjálvum ráðstevnublaðnum.
Á hesi ráðstevnuni eru eini 200.000 - 300.000 fólk og tað eru alt oddafólk innan edv- og telesamskifti kring allan heim.

Barnasjúkur
Tað er oftani so, at tá ið nýggj tøkni verður roynd, taka eisini trupulleikar seg upp.
Og tað merkti Televarpið eisini og tað vóru mong, sum ilskaðust inn á, at alt ikki virkaði sum tað skuldi.
?Hetta vóru trupulleikar, sum vit ongan møguleika høvdu at at byrgja upp fyri, tí vit høvdu gjørt so neyvar kanningar, sum til bar. Men tað vísir seg ofta, at veruleikin er øðrvísi enn roknað verður við og viðhvørt kostar tað at vera fyrstur.
Aksel Haraldsen sigur, at enn er Televarpið ikki heilt komið yvir barnasjúkurnar, men tey síðstu brekini verða rættað hendan næsta mánaðin.
Hann heldur, at hetta kann hava gjørt, at haldaratalið ikki hevur verið so stórt, um teir høvdu sett sær fyri at tað skuldi vera.
Hann vil ikki siga, hvussu nógv fólk hava sett seg fyri televarpinum, men hann sigur kortini, at haldaratalið er fari upp um 2.000.
Og tá ið hann hugsar um teir trupulleikar, Televarpið hevur havt, er hann sum heild nøgdur við tað.
? HevðiTelevarpið verið ein skipan, sum onnur høvdu roynt frammanundan, høvdu vit sloppið undan hesum trupulleikum. Men nú brutu vit upp úr nýggjum og hóast vit høvdu ávísar trupulleikar, hevur tað so ført við sær, at vit vóru undangonguland á hesum øki og at onnur lond nú venda sær til okkara at fáa hjálp og ráðgeving.
Sostatt kann Televarpið eisini gerast ein útflutningsvøra hjá Føroya Tele.

Verður bygt út
Føroya Tele hevur ongantíð dult fyri, at Televarpið skuldi gerast eitt fíggjarligt íkast.
Og hóast haldaratalið ikki hevur verið tað, tey væntaðu, verður tað ikki talan um at gevast.
?Vit arbeiða nógv longri fram í tíðina enn so og Televarpið er komið fyri at vera, sigur hann.
Umframt Havnina, eru tað Klaksvík, Skálafjørðin, Gøturnar báðar, Leirvík og Fuglafjørður, sum síggja Televarpið og í løtuni verður tað arbeitt við at fáa Kollafjørð upp í.
Nær tað verður, veit Aksel Haraldsen ikki, men tað skilst, tað verður ikki beint nú.
Hvussu Televarpið annars verður bygt út, veit hann ikki, tí tað veldst um haldaratalið, tí skal tað byggjast út, skal tað gerast við yvirskoti hjá felagnum sjálvum og ikki við fígging frá Føroya Tele annars.
Tí er enn ómøguligt at siga, nær Sandoyggin, Suðuroyggin, Vágar og aðrar oyggjar koma uppí.
Men at tað verður ein dag, ivast Aksel Haraldsen ikki tí, tí hann ivast ikki í, at hetta slagi av sjónvarpið er framtíðin.
? Tað, sum vit hava gjørt higartil, er bara tann grundleggjandi parturin og sum tíðin gongur, verður Televarpið útbygt við øllum møguligum tænastum.
Ein grundleggjandi tænasta er at fáa eina upplýsingarrás, har vit fáa tvívegis sjónvarp, har tað ber til at samskifta báðar vegir, eitt nú fer tað at bera til at senda sms, at svara spurningum, sum verða settir í sjónvarpssendingum, at svara meiningarkanningum, at spæla spøl, bíleggja filmar , fyri at nevna ein brotpart av teimum møguleikum, sum eru.