Føroya Tele hevur sagt 15 fólkum úr starvi. Uppsagnirnar skulu síggjast sum liður í einari neyðugari effektivisering av felagnum, og at uppgávur, sum liggja uttan fyri kjarnuøkið hjá Føroya Tele, verða lætnar øðrum at veita, boðar felagið frá í tíðindaskrivi fyrrapartin.
Sambært skrivinum, eru uppsagnirnar ein liður í ætlanini at effektivisera felagið, sum brynjar seg til eina støðugt harðari kapping.
Felagið verður møtt við einum sterkum og øktum kravi frá marknaðinum um lægri prísir og nýggj produkt.
Í alt eru 27 størv niðurløgd, men Føroya Tele vil, at so stórur partur sum gjørligt verður minkaður við náttúrligari frágongd. Starvsfólkahópurin minkar við tilsamans 14 prosentum samanborið við árslok í 2009.
Tað er í høvuðsheitum í Tænastudeplinum, á verkstaðnum, á roknskapardeildini, í vinnutøkni og í kaðaldeildini á FT Net, at fólk eru sagd upp.
Á Tænastudeplinum er gjørt av at útveita alt Nummarkall til ANSNI, sum síðan 2008 hevur røkt tænastuna um kvøldið og um náttina.
Verkstaðið, sum umvælir fartelefonir verður niðurlagt.
Effektiviseringin av rakstrinum førdi seinast í 2008 til, at 28 fulltíðarstørv vórðu niðurløgd. Felagið skrivar, at hóast harða kapping stendur munandi sterkari. Betraðu kappingarevnini síggjast eitt nú aftur í, at úrslitini higartil í ár eru betri enn í fjør, skrivar felagið.