Føroya Tele gjørt slóðbrótandi avtalu

Føroya Tele hevur í mong ár verið millum mest framfýsnu og slóðbrótandi virkir í landinum. Og nú verða tey aftur fyrst við tí nýggjasta. Føroya Tele gjørdi tíðliga í summar eina samstarvsavtalu við Eurest Føroyar, sum framyvir fer at standa fyri bæði kantinu og reingerð á stovninum. Dagligur leiðari verður Okkara kokkurin, Kristvin Jacobsen, sum sjálvur fer at svinga við grýtunum á Føroya Tele

? Vit ætlaðu at royna nakað nýtt og slóðbrotandi við kantinuni og tískil vildu vit ikki gera uppá tann gamla mátan, við at seta kantinufólk og kassadamur at arbeiða hvønn dag, greiðir Rannvá Sólheim á Føroya Tele frá. -? Ístaðin fóru vit niður at kanna hvussu stóru stovnarnir gera har. Tað vísti seg, at teir flestu hava eina samstarvsavtalu við okkurt kantinufelag, sum so stendur fyri øllum. Tað valdu vit eisini at gera. Í vetur vórðu tað tvey tílík feløg, ið settu seg í samband við okkum, og bjóðaðu seg fram at geva tilboð uppá arbeiðið. Tað vóru Eurest og ISS. Vit mettu so um hvussu nógv fólk skulu eta, hvussu nógv fundarvirksemi verður og hvussu nógv starvsfólki hjá okkum skal gjalda fyri matin. Ùt frá hesum góvu tey okkum tilboð um prís, og vit valdu at taka av tilboðnum frá Eurest, greiðir Rannvá frá.
Avtalan ímillum Føroya Tele og Eurest er ein sonevnd Management avtala, T.v.s., at Eurest rekur kantinuna, stendur fyri innkeypi, ger matin, vaskar upp, o.s.fr., og Føroya Tele rindar rokningina einaferð um máðnan. Eurest hevur gjørt eitt budgett út frá givnum fortreytum, sum teir hava ábygd av at halda seg innanfyri. Harafturímóti fær Føroya Tele allan peningin, sum starvsfólki rindar fyri matin.
Afturat kantinuni, fer Eurest eisini at standa fyri reingerðini av stovninum. Dagligur leiðari av bæði matgerð og reingerð, verður Kristvin Jacobsen, sum best man vera kendur úr svf.
Hann fer í næstum niður á eitt sonevnt Eurest skeið, har hann skal lærast upp í konseptinum hjá Eurest. Sum skilst eru góðskukrøvini hjá Eurest ógvuliga høg. Maturin má ikki standa úti á borðinum longur enn eina ávísa tíð, heiti maturin má hvørki vera heitari enn eitt vist ella kaldari enn eitt vist, o.s.fr.

Einki kassaapparat
Men ikki bert henda forvitnisliga avtalan ímillum Føroya Tele og Eurest verður slóðbrótandi í nýggju kantinuni. Har verða nevniliga ongar kantinudamur -og einki kassaapparat.
? Kassaapparat hevur ongantíð verið uppá tal. Tað vildu vit heilt einfalt ikki hava, tí vit halda, at tann tíðin er farin. Ístaðin verður ein telda sett upp í kantinuni, har starvsfólki loggar seg inn, tá tey koma at eta. T.d. við brúkaranavni og loyniorði. Hendan skipanin verður løgd inn í lønarskipanina, soleiðis, at upphæddin fyri matin automatiskt verður trekt av lønini, eftir skatt. Einaferð um máðnan verður kantinugjaldið sostatt trekt av lønini, uttan at nakar má sita og arbeiða við tí. Á henda hátt spara vit bæði kassadamuna og eyka bókhaldaraarbeiði, sum annars vildi verið av at rokna út, hvussu nógv hvør einstakur hevur etið fyri, greiðir Rannvá frá.
Enn er ikki fastlagt hvat ið gjaldi fyri matin fer at verða, men Rannvá sigur, at tað eru tvey ting, ið skulu fáast at hanga saman.
? Fyri tað fyrsta skulu vit royna at gera prísin so attraktivan fyri starvsfólki sum gjørligt. Hinvegin er hetta ein inntøka hjá Føroya Tele, og sjálvandi skulu vit eisini tjena eitt sindur uppá tað. So tað snýr seg um at finna javnvágina, sigur Ránnvá. Hon staðfestir tó, at kantinan hjá Føroya Tele undir ongum umstøðum fer at vera dýrari enn kantinurnar í hinum virkjunum í býnum.
Maturin verður heldur ikki at kimsa at, tí Kristvin Jacobsen og hjálpari hansara fara at gera eina buffet hvønn dag. Úrvalið verður ein heitur rættur, ein lunkaður rættur, heimabakað breyð og viðskeri, 10-12 sløg av salatum og skorin frukt. Eurest leggur stóran dent á at hava matin so fjølbroyttan sum gjørligt.
-? Fyri fyrst verður hetta bert eitt tilboð til teirra, ið arbeiða á Føroya Tele og eventuellar gestir. T.d. kann familan koma við at eta her av og á. Men óviðkomandi hava onga atgongd til kantinuna. Vit meta, at kantinan skal vera ein sosialur snúningsdepil, og um vit lata hurðarnar upp fyri almenninginum, verður tað sosiala og hugnaliga jú av ongum. Tískil hava vit valt at gera soleiðis í fyrstu atløgu, sigur Rannvá.
Avtalan er ikki komin heilt uppá pláss enn, m.a. er ikki avgjørt hvussu langt tíðarskeið samstarvið skal fevna um.
? Vit ætla, at samstarvið skal fevna yvir ár í senn. Enn er bara ikki greitt um tað verða 1, 2 ella 3 ár. Men vónandi verður hetta væleydnað og undirtøkan ímillum starvsfólki góð, soleiðis at vit kunnu halda á leingi, sigur Rannvá Sólheim at enda.
Kantinan á Føroya Tele letur upp so skjótt, sum nýggju hølini uppi á Vegnum Langa veruliga verða tikin í nýtslu, beint eftir summarfrítíðina.