Starvsfólk eru vælkomin at starvast hjá Føroya Tele, t. d. kona og maður. Men tey kunnu ikki verða leiðari hvør hjá øðrum. Um so er, skal annað teirra flyta starv.
Tað er heilt náttúrligt, at skyldfólk arbeiða í somu fyritøku í Føroyum. Føroya Tele er ein av størstu fyritøkunum í landinum, og tí kemur hetta oftani fyri her. Hetta er als eingin trupulleiki.
Men tað er ein sannroynd, at tað kann skapa trupulleikar millum skyldfólkini sjálvi og starvsfelagar, um hesi arbeiða á somu deild og ikki minst um hesi vísa til hvønnannan, tvs. at annar er deildarleiðari og hin starvsfólk á deildini.
Føroya Tele sær tað verðandi sum sína skyldu at hava eina greiða støðu til hesi viðurskifti. Hetta vil hjálpa skyldfólkunum sjálvum og eisini starvsfeløgum teirra.
Tí hevur leiðslan á Føroya Tele avgjørt, at staðesta hugburðin hjá Føroya Tele til hesi viðurskifti. Í niðan-fyristandandi reglum verða skyldfólk definerað sum kona/maður, foreldur/børn og syskin.
Føroya Tele fer framyvir so vítt gjørligt, at halda seg til hesar reglur, tá fólk verða sett í starv:
Á FT kunnu skyldfólk ikki vísa til hvønnannan. Dømi: KK og MM eru kona og maður. KK kann sambært hesari reglu ikki verða deildarleiðari hjá MM
Um ein deildarleiðari verður settur í starv, har skyldfólk arbeiða, er neyðugt at flyta skyldfólki.
Skyldfólk kunnu ikki missa starvið hjá sær, sum avleiðing av hesari reglu-gerð, men mugu tola at verða flutt í annað starv við somu tign og við lógligari freist.
Um frávik skulu verða gjørd hesum viðv. skal hetta leggjast fyri starvsfólkadeildina og leiðsluna.