Á middegi hósdagin boðaði Føroya Tele frá, at fyritøkan hevur keypt seg inn í eina bretska breiðbandsfyritøku, sum gongur undir navninum Telabria.
Hendan fyritøka er ikki kend á okkara leiðum, men sambært Føroya Tele er talan um eina av teimum fremstu fyritøkunum í heiminum innan tráðleyst breiðaband.
Í royndunum at økja um marknaðar- og vakstrarmøguleikarar metir Føroya Tele tað at vera neyðugt at førka føroyska fjarskiftismarknaðin inn á nýggj virkisøki og út um landoddarnar, skrivar Føroya Tele í einum tíðindaskrivi.
Einki verður sagt um, hvussu stóran part av bretsku fyritøkuni, Føroya Tele hevur keypt, og heldur eingin upphædd verður nevnd í tíðindaskrivinum. Tað eydnaðist okkum ikki at fáa fatur á leiðsluni á Føroya Tele fyri evstamark á blaðnum.
Økja um vitan og virksemi
Føroya Tele sigur, at endamálið við keypinum er at økja um samlaða »føroyska« telemarknaðin, samstundis sum hetta gevur betri møguleikar fyri at menna føroyskar skipanir til útflutnings, eitt nú saman við føroysku KT-vinnuni.
Áhugamálini hjá Føroya Tele eru at fáa høgliga atgongd til nýggja vitan, at fáa ein áhugaverdan strategiskan samstarvspart í Bretlandi umframt at fáa avkast.
Keypið av partabrøvum í Telabria er fyrsta stigið inn á bretska marknaðin, men føroyska felagið arbeiðir við ætlanum um at økja útlendska virksemið saman við bretska felagnum, skrivar Føroya Tele í tíðindaskrivinum.
Í sambandi við nýggja samstarvið er Tróndur Djurhuus, menningarstjóri hjá Føroya Tele, valdur í nevndina í enska felagnum.