Heini Zachariassen, stjóri í donsku KT-fyritøkuni Bullguard, handaði ársins talgilding:
- Føroya Tele fær virðislønina fyri telduloysnina Nøglan, sum er skipan til stýring av øllum prosessum hjá Føroya Tele. Loysnin er nýskapandi og hevur almennan áhuga og gagn. Talan er um sera stóra og kompliseraða loysn, sum verður ein partur av dagligdegnum hjá øllum starvsfólkum og øllum prosessum hjá Føroya Tele. Føroya Tele hevur víst stórt framskygni og dirvi við at fara undir tílíka loysn, sum fer at gera Føroya Tele til eitt betri virki fyri starvsfólk og viðskiftafólk, segði Heini Zachariassen millum annað, tá hann avdúkaði ársins talgilding.
Í dómsnevndini vóru umframt Heina Zachariassen, Hjørdis Gaard og Suni Schwartz Jacobsen, og høvdu tey tríggjar fyritøkur at velja ímillum: Føroya Tele fyri skipanina Nøglan, Føroya Sparikassa fyri Limagreiðsluna og Bergfrost fyri CD-frystigoymsluskipanina:
Andrass Róin, stjóri í Føroya Tele, og Michael Thomsen, KT-leiðari hjá Føroya Tele, trinu fram á pallin og tóku í móti heiðrinum:
- Vit ætlaðu leingi at keypa eina slíka skipan uttanlands, men hon var alt ov dýr. Eftir nøkur ár valdu vit heldur at royna at gera skipanina sjálvi, og hetta hava vit megnað til fulnar.
Michael Thomsen, KT-leiðari hjá Føroya Tele, var sum vera man somuleiðis glaður fyri heiðurin:
- Við hesum hava vit sannført øll um, at føroyska KT-vinnan megnar seta í verk góðar og stórar kt-skipanir.