Føroya Tele fær onga átalu

Hóast tað var um reppið at telefonfelagarnir, ið hava goldið ov nógv í telefonrokning, ongantíð fingu nakað at vita frá Føroya Tele um hetta, so hevur Fjarskiftiseftirlitið valt ikki at geva fyritøkuni átalu í fyrstu syftu. Eftirlitið heftir seg ístaðin við at Føroya Tele nú ger slætt borð

Hósdagin svaraði Føroya Tele uppá teir fimm fyrispurningarnar, sum Fjarskiftiseftirlitið setti fyritøkuni í sambandi við málið um at skeivar telefonrokningar vórðu sendar viðskiftafólkunum í tíðarskeiðnum oktober í fjør til mei í ár. Og í gjár fekk Føroya Tele so viðmerkingarnar frá Fjarskiftiseftirlitinum til málið.

Av viðmerkingunum sæst, at av tí at feilurin longu er funnin og rættaður, hevur Fjarskiftiseftirlitið valt ikki at gera meir við málið.

Føroya Tele kundi hósdagin geva Fjarskiftiseftirlitinum nøktandi svar upp á allar teir fimm fyrispurningarnar, ið vórðu settir fram, og tað tekur Fjarskiftiseftirlitið til eftirtektar, verður sagt í skrivinum.


Endurskoða mannagongdirnar

Í svarinum til Fjarskiftiseftirlitið sigur Føroya Tele, at óhepna støðan við feilum í avrokningini hevur havt við sær, at fyritøkan nú fer at endurskoða mannagongdirnar í innaneftirlitinum, og tað hevur Fjarskiftiseftirlitið skrivað sær aftan fyri oyrað.

Fjarskiftiseftirlitið gevur tí ikki Føroya Tele nakra beinleiðis átalu fyri tilburðin, ið hevði við sær, at 1.500 viðskiftafólk goldu tilsamans einar 150.000 krónur ov nógv í telefonrokning.

Men Fjarskiftiseftirlitið kallar tað kortini »løgið« at eingin umfatandi kanning varð gjørd, tá feilurin fyrstu ferð varð funnin í mars og rættaður í mei. Grundin til at Fjarskiftiseftirlitið heldur hetta vera løgið er, at eftirlitið heldur lítlan iva vera um, at ónøktandi royndarkoyringar av avrokningarskipanini í sambandi við dagføringar er orsøkin til, at óhepna støðan er íkomin.


Leiðslan visti av ongum

Tað var týsdagin í brátt farnu viku, at tað kom fram, at okkurt ikki ruggaði rætt við avrokningarskipanini hjá Føroya Tele. Hósdagin kom so fram, at talan var um eitt brek, ið hevði við sær, at uttanlandstakstur varð lagdur afturat avrokningini av uppringdum samrøðum við føroyskar GSM fartelefonir staddar uttanlands, hóast tann ið ringir, bert eigur at gjalda vanligan GSM takst í slíkum førum.

Tilsamans vórðu 11.506 samrøður raktar av brekinum, og tað hevði við sær, at skeivar rokningar fyri 149.406 krónur vórðu sendar viðskiftafólkunum.

Hóast brekið á skipanini varð rættað í mei í ár, var tað ikki fyrr enn Sosialurin tók málið upp í vikuni, at leiðslan í Føroya Tele fekk at vita um brekið og um tær skeivu uppkrevjingarnar, ið stavaðu frá brekinum.

Teir 1.500 telefonfelagarnir, ið hava latið ov nógv í telefonrokning orsakað av brekinum, fáa í næstum peningin afturgoldnan frá Føroya Tele.