Føroya Tele dagførir GSM-kervið

Føroya Tele og Ericsson Danmark hava gjørt avtalu um, at stórur partur av GSM fartelefonstøðini verður útskift, víðkað og dagførd.

 

Samstundis verður GSM-skipanin víðari útbygd við fleiri basisstøðum, soleiðis at dekningurin verður betri, og fleiri rásir verða tøkar.

Í heyst fer Føroya Tele harumframt at keypa eina nýggja høvuðstelefonstøð til fastnetstænastuna, eins og fleiri minni støðir skulu keypast.

Afturat hesum eru eisini samráðingar millum Føroya Tele og Ericsson um víðarimenning av GSM skipanini til tað sokallaðu GPRS skipanina, sum m. a. inniber eina fleirfalding av dataflutningsorkuni á fartelefonkervinum, sigur Andras Róin, stjóri á Føroya Tele