Føroyameistarakapping í Go Kart koyring millum virkir verður um vikuskiftið á parkeringsøkinum hjá Føroya Tele í Hoyvík. Talan er um kappingina Føroya Tele Cup, sum fyrstu ferð varð í fjør. Kappingin verður skipað við einum innleiðandi umfari, og síðan eini kapping um meistaraheitið. Tað er motorsúkkluhandilin AD-Import, sum skipar fyri kappingini.
Innleiðandi umfarið er ein innanhýsis kapping fyri hvørja einstaka tilmeldaða fyritøku, sum so eftir hetta velur ein teirra at umboða fyritøkuna í Føroyameistarakappingini, sum verður hildin næsta vikuskifti.
Kappingin fer fram í hesum tíðarskeiðum 11. og 12. september og 18. og 19. september. Finalan verður sunnudagin 19. september.
Kappast verður á parkeringsøkinum hjá Føroya Tele í Hoyvík. Ferðasteyp verður latið til vinnandi fyritøkuna. Hetta ferðasteyp kann einans ognast eftir at sama fyritøka hevur vunnið Føroymeistaraheitið 3 ár á rað ella 5 ár samanlagt, sigur Agnar Dahl frá AD-Import.










