Landsliðið er í Spania í hesi vikuni. Hinir føroysku fótbóltsspælararnir eru nú um mánaðarskiftið farnir undir tungu venjingina í feløgunum. Tað verður ikki altíð hildið at vera so hugaligt stríð at fáa týdningarmiklu grundvenjingina upp á pláss, og um veðrið ikki er til vildar, og tað er nógvur vindur og kavi, so verður uppgávan ikki hugaligari.
Tá er tað kærkomið at sleppa undir tak og at hava bóltin við sær. Komandi vikuskifti skipar B68 fyri innandura kapping, har tað stendur øllum á mannfólkasíðuni, sum eru sekstan ár og eldri í boði at taka lut.
Kappingin verður í ítróttarhøllini í Runavík komandi leygardag og sunnudag. Spælt verður við stórum málum. Á hvørjum liðnum verða fimm spælarar ? fýra útispælarar og ein málverji ? og tað er loyvt hvørjum liðnum at hava ein skiftisspælara.
Í B68 siga teir, at seinasta freist at boða frá luttøku í kappingini er hósdagin 3. februar. Kostnaðurin fyri hvørt liðið er trý hundrað krónur, og tað skal boðast frá luttøku ímillum klokkan átta og níggju á kvøldi á telefon 44 82 74 ella 44 80 68. Øll liðini skulu hava rættulig fótbóltsnøvn.
Føroya Tele er høvuðsstuðul hjá B68, og teir lata heiðursmerkir til allar spælararnar á liðunum, sum enda á trimum teimum ovastu plássunum.