Føroya Tele breyt konsessiónina

Tá Føroya Tele strikaði mánaðargjaldið á uppringdum internetsambandi var mista inntøkan tikin av øðrum rakstrarpostum í fyritøkuni, og tí breyt fyritøkan konsessiónina, staðfestir Kærunevndin hjá Fjarskiftiseftirlitinum. Kortini sleppur Føroya Tele undan áralangum dagbøtum

Tað var ikki í lagi, at Føroya Tele strikaði mánaðargjaldið á uppringdum internetgjaldi upp á 70 krónur. Mista inntøkan av gjaldinum, ið var tilsamans fimm milliónir krónur, varð fíggjað av øðrum inntøkupostum í fyritøkuni, og sostætt var talan um sonevndan krossstuðul. Og hetta er brot á konsessiónina hjá Føroya Tele, staðfestir Kærunevndin hjá Fjarskiftiseftirlitinum.

Ongar dagbøtur
Í september 2002 boðaði Fjarskiftiseftirlitið Føroya Tele frá, at eftirlitið ikki kundi góðtaka strikaða mánaðargjaldið. Tí hetta fór at geva fimm milliónur krónur í halli, ið skuldi fíggjast við øðrum inntøkum. Ístaðin álegði Fjarskiftiseftirlitið Føroya Tele at krevja mánaðargjald. Føroya Tele hevði um hetta mundið 85 prosent av marknaðinum fyri uppringt internetsamband, og tí var neyvan sannlíkt, at fyritøkan fór at vinna sær størri marknaðarpart og harvið kompenserandi inntøkur við átakinum, metti Fjarskiftiseftirlitið.
Men Føroya Tele vildi ikki fylgja avgerðini hjá Fjarskiftiseftirlitinum og kærdi málið til Kærunevndina hjá Fjarskiftiseftirlitinum. Andras Róin, stjóri á Føroya Tele, vísir á, at fyritøkan lá í harðari kapping við Kall, ið longu bjóðaði ókeypis, uppringt internetsamband.So fyri at varðveita viðskiftafólkini var neyðugt hjá Føroya Tele at strika mánaðargjaldið.
Fjarskiftiseftirlitið hótti Føroya Tele við dagbøtum, til viðurskiftini vóru fingin í rættlag. Men nú Kærunevndin hevur staðfest avgerðina hjá Fjarskiftiseftirlitinum, skal Føroya Tele kortini ikki gjalda dagbøtur fyri tíðarskeiðið frá september 2002 til dags dato.
Niðurstøðan hjá Kærunevndini er, at Fjarskiftiseftirlitið ikki nóg greitt álegði Føroya Tele dagbøturnar. Tí væl hótti Fjarskiftiseftirlitið í síni avgerð Føroya Tele við dagbøtum, men tá telefyritøkan valdi ikki at fylgja avgerðini, fylgdi eftirlitið ikki málinum upp við at áleggja Føroya Tele dagbøturnar.
Hesin feilur hjá Fjarskiftiseftirlitinum hevur sostætt spart Føroya Tele fleiri milliónir krónur, tí dagbøturnar vera vanliga givnar við støði í einstaka málinum.

Góðtekur ikki avgerðina
Enn er ikki greitt, hvør avleiðingin av avgerðini hjá Kærunevndini verður. Jógvan Thomsen, stjóri á Fjarskiftiseftirlitinum,sigur at málið fyrst skal viðgerast í Fjarskiftiseftirlitinum.
Hann dugir tí enn ikki at siga, um Føroya Tele til dømis verður álagt aftur at krevja mánaðargjald fyri uppringda internetsambandið.
Eisini kann hugsast, at Fjarskiftiseftirlitið fer at krevja Føroya Tele eftir dagbøtum, til viðurskiftini eru fingin í rættlag, og málið kann í síðsta enda meldast til fútan, sigur Jógvan Thomsen. At tí at talan er um brot á konsessiónina kann somuleiðis koma upp á tal, at Fjarskiftiseftirlitið sendir eina fráboðan til landsstýrismannin í samskiftismálum.
Andras Róin, stjóri á Føroya Tele, er ikki nøgdur við avgerðina hjá Fjarskiftiseftirlitinum. Hann vísir á, at Føroya Tele avgjørt metir seg hava rætt til at selja ein vøru við undirskoti eina tíð fyri at fáa viðskiftafólk. Hann vísir á, at undirskotið hevði verið størri, um mánaðargjaldið ikki var strikað, tí tá hevði Føroya Tele mist øll viðskiftafólkini til kappingarneytarnar.