Føroya Tele bjóðar inn

Føroya Tele bjóðar til móttøku fríggjadagin tann 10. september frá klokkan 14 til 17. Móttøkan er í sambandi við, at fyritøkan er flutt í nýggja høvuðssætið í Klingruni í Hoyvík. Andras Róin, stjóri í Føroya Tele, fer at halda røðu. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, fer eisini at siga nøkur orð. Jákup Weihe undirheldur, og Aldubáran fer spælir. Umframt tað framføra Petsi Tvørfoss, Skansa Big Band og Jóhannes Andreasen.