Sáttmálasamráðingarnar millum Føroya Tele øðrumegin og Starvsmannafelagið hinumegin hava rent seg so fastar í lønarspurninginum, at leiðslan á Føroya Tele hevur avgjørt, at biða semingsmanning koma uppí. Trupulleikin er bara tann, at tað í løtuni er ógreitt hvørjir semingsmenn skulu brúkast í hesum málinum.
Ivamálið stendst av, at tað ikki er greitt hvørja støðu Føroya Tele hevur sum arbeiðsgevari, hvørt talan er um eitt alment felag, ella um talan er um privatan arbeiðsgevara. Starvsmannafelagið hevur biðið John Rajani vera semingsmann, men hann hevur valt at kannað løgfrøðisliga grundarlagið áðrenn teir gera av, um teir kunnu verða semingsmenn ella ikki.
Av skrivstovuni hjá Starvsmannafelagnum verður sagt, at verða John Rajani og Niels Sørensen ikki semingsmenn, so verða partarnir noyddir at
finna aðrar.
Lønarhækkingin er trupulleikin
Orsøkin til at samráðingarnar nú brádliga læstu seg fastar er lønarkravið frá starvsfólkinum á Føroya Tele.
Starvsfólkið ynskir sjálvsagt eina reallønarhækking, og tí hava tey kravt at fáa eina lønarhækking upp á 6 prosent um árið í tvey ár. Hetta lønarkravið verður hildið atskilt frá kravinum um broytingar í lønarskipanini, sum annars eru komnar upp á pláss. Umframt lønarkravið, krevur starvsfólkið at fáa eitt prosent í pensjón um árið í tvey ár afturat lønarhækkingini.
Tað eru hesi krøvini, sum leiðslan á Føroya Tele hevur víst frá sær, tí teir vilja ikki geva størri lønarhækking enn tað almenna hevur givið í sínum nýggju sáttmálum. Leiðslan á Føroya Tele hevur, eftir upplýsingum frá starvsmannafelagnum, boðið starvsfólkunum eina lønarhækking upp á 6 prosent yvir tvey ár og tá er alt íroknað. Bæði pensjónsskipan, lønarhækking og eisini tann nýggja lønarskipanin. Hesum avvísir Andras Róin, stjóri á Føroya Tele.
Hann sigur, at hann ikki vil binda seg til nøkur tøl, fyrr enn hann veit hvussu almennu sáttmálasamráðingarnar koma at enda.
Eg bæð tey bíða til mitt í næstu viku, tí tá rokni eg við, at vit vita betur um hini feløgini og almenna arbeiðsmarknaðin. Men fundurin hjá starvsfólkunum fríggjamorgunin avgjørdi at vraka allar teir tankar vit høvdu spælt okkum við, og tey valdu, at slíta samráðingarnar. Tí valdi eg at biða tey innkalla semingsmannin so vit ikki stóðu við einum verkfalli í dag.
Samráðingarnar gingu væl
Andrass Róin er eins og Starvsmannafelgsumboðini keddur av at
samráðingarnar partanna millum slitnaðu nú.
Báðir partar siga, at arbeiðið við at gera nýggjan sáttmálatekst hava gingið einastandandi væl, og at tað arbeiðið var komið upp á pláss. Tað var ikki fyrr enn vit komu til sjálva lønarhækkkingina, at vit fingu trupulleikarnar, sigur Andras Róin.
Hann leggur afturat, at leiðslan á Førpoya Tele ongantíð hevur lagt seg fastan á nøkur tøl, serliga av teirri orsøk, at eingin enn veit, hvat úrslitið av almennu samráðingunum verður.
Tí hevði eg vilja bíða, men tað vildu tey ikki.
Í næstu viku fara vit at frætta hvussu tað stendur til við samráðingunum og hvør semingsmaðurin verður.