Føroya Tele afturgongd á 12%

Fríggjadagin hevði Føroya Tele aðalfund, og ársroknskapurin í 2003 vísti eina afturgongd á 12%

Risafyritøkan Føroya Tele legði fríggjadagin á aðalfundi fram ársroknskapin fyri 2003, og vøksturin, sum seinastu árini hevur ligið á umleið 10%, steðgaði í fjør. Føroya Tele vísir í tíðindaskrivi á, at orsøkin tykist vera í samfelagsbúskaparligu stagnatiónini umframt eini alsamt harðari kapping á økinum.

Yvirskot á 47 millliónir
Úrslitið í 2003 gjørdist 47,1 millión, eftir at 11,1 millión eru settar av til skatt. Talan er um eina minking á 6,4 milliónir samanborið við 2002, og tað gevur eina afturgongd á 12%.
Høvuðsíløgurnar í 2003 vórðu gjørdar í FarIce kaðalin, sum knýtir Føroyar saman við Skotlandi og Íslandi, nýggja høvuðssætið í Hoyvík og fyrireikingar til breiðband. Føroya Tele hevur í 2003 økt munandi um netto íløgurnar, sum vórðu gjørdar fyri heilar 137,7 milliónir, og tað er meira enn tvífalt íløgurnar í 2002. Tá vóru íløgur gjørdar fyri 61,3 milliónir. Samtykt var eisini á aðalfundinum, at 11 milliónir verða útgoldnar til partaeigaran Føroya Landsstýri sum vinningsbýti. Eginpeningurin var við árslok 2003 294,2 milliónir.

Nøktandi úrslit
Føroya Tele metir sum heild, at talan er um eitt nøktandi úrslit, men hinvegin verður ásannað, at við støði í yvirornaðu búskapargondini verður úrslitið í 2004 helst minni enn í 2003.
Á aðalfundinum fríggjadagin varð nevnd eisini vald, og aðalfundarvaldu nevndarlimirnir eru Hákun Steingrímsson (formaður), Reidar Nónfjall (næstformaður), Tage M. Iversen og Jógvan E. Ellefsen. Starvsfólkavaldu nevndarlimirnir eru Janus Djurhuus og Bjørg Joensen.