Aðalfundurin hjá Føroya Tele hevur í dag avgjørt at rinda eigaranum, sum er Føroya Landsstýri, 30 milliónir krónur í vinningsbýti.
Føroya Tele hevði slakar 48,6 milliónir krónur í avlopi fyri skatt í 2012. Eftir skatt var avlopið 32,8 milliónir krónur. Hetta er eitt úrslit, ið nevnd og leiðsla sum heild eru væl nøgd við, hóast avlopið er 10 milliónir krónur lægri enn árið frammanundan.
Verður hugt nærri at roknskapinum sæst, at úrslitið áðrenn avskrivingar, eisini nevnt EBITDA, var 145,8 milliónir krónur í 2012 samanborið við 125,8 milliónir krónur í 2011. Tað vil siga, at raksturin var 20 milliónir krónur betri enn árið fyri.
- Samanumtikið eru vit væl nøgd við úrslitið, tí við einum enn sterkari rakstri hevur aftur eydnast okkum at brynja felagið til tær avbjóðingar, sum koma í framtíðini. Hesum kunnu vit bert takka okkara starvsfólkum fyri, sum hava framt eitt megnar avrik í farna árinum, sigur Kristian R. Davidsen, stjóri í Føroya Tele.
Aðalfundurin hjá Føroya Tele gjørdi av at rinda eigaranum, sum er Føroya Landsstýri, tilsamans 30 milliónir krónur í vinningsbýti. Av hesum eru 20 milliónir krónur vanligt vinningsbýti, meðan aðrar 10 milliónir krónur verða lætnar sum serstakt vinningsbýti, tí tað gongur væl hjá felagnum.
Úrslitið fyri skatt er eitt sindur lakari enn árið fyri. Hetta kemst í høvuðsheitum av, sum áður er upplýst alment, at Føroya Tele seldi sín part í útlendska felagnum Norriq. Í hesum sambandi hevur Føroya Tele avskrivað 18 mió. krónur í roknskapinum. Føroya Tele er nú ikki longu parteigari í Norriq.
Á aðalfundinum var ein útskifting gjørd í nevndini. Eyðhild Skaalum er farin úr nevndini, og fyri hana hevur landsstýrismaðurin í vinnumálum valt Annbritt Klausen.
Tey, sum nú manna nevndina fyri Føroya Tele, eru Klaus Pedersen, Jóhannus Egholm Hansen, Fanny Petersen og Annbritt Klausen, sum eru vald av landsstýrinum, tey starvsfólkavaldu eru Ulla Stenberg, Christian Joensen og Janus Djurhuus.
Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við Klaus Pedersen sum formanni og Jóhannus Egholm Hansen sum næstformanni.










