Føroya Tele: 20 sjónvarpsrásir klárar í heyst

Føroya Tele er nú komið so mikið langt ávegis við sínum ætlanum at byrja at senda fylgissveinarásir at eitt dótturfelag er stovnað, og væntandi trína tjúgu sjónvarpsrásir fram á skíggjanum hjá havnarmonnum, klaksvíkingum og eysturoyingum í heyst. Enn er ikki vist, hvussu verður við vælumtóktu TV3

SJÒNVARP

Føroya Tele hevur fyri fyrstu ferð sent tíðindaskriv út um teirra ætlanir teirra við gamla Rás Tórshavn.
?Føroya Tele hevur gjørt av at stovna eina fyritøku til útbreiðslu av sjónvarps- og útvarpsrásum í Føroyum. Avgerðin merkir, at Føroya Tele fer undir at projektera eitt nýtt digitalt jørðsendinet, og at eitt dótturfelag verður stovnað at reka virksemið. Ein verkætlanarbólkur hevur seinastu mánaðirnar gjørt ymsar forkanningar í hesum sambandi, skrivar Føroya Tele í tíðindaskrivi.
?Miðað verður eftir í fyrstu syftu at gera eitt sendinet, sum røkkur høvuðsstaðarøkinum, Klaksvík og tí mesta av Eysturoynni. Sum fráliður er ætlanin at byggja netið út til at fevna um onnur øki í landinum. Nýggja netið fer væntandi at kunna bera einar 20 sjónvarpsrásir umframt nakrar útvarpsrásir, skrivar Føroya Tele.
Tað verður upplýst, at Føroya Tele í løtuni samráðist við fleiri veitarar av sjónvarps- og útvarpsrásum. Talan verður um kendar og vælumtóktar rásir. Tað vera tjúgu talgildar(digitalar) rásir, sum hyggjararnir kring landið kunnu fáa hendur á.
Talan verður um sama net, ið fólk í havnini longu kenna frammundan ? nevniniliga UHF-netið, har vanligar anntennur kunnu nýtast. Fólk mugu tó ogna sær eina SetTopBox til at umgera talgilda signalið til sjónvarpsmyndir.
Enn er óvist, um TV3 yvirhøvur verður ein partur av pakkanum, ið Føroya Tele fer at bjóða út í heyst.
Ætlanin er at byrja í høvuðsstaðarøkinum seint í heyst ella tíðliga í vetur.