Ársúrslitið fyri 2010 hjá Føroya Tele gjørdist 12,4 miljónir krónur í avlopi fyri skatt. Eftir skatt er úrslitið 7 miljónir krónur. Roknskapurin vísir, at felagið er vorðið enn effektivari, tí rakstrarúrslitið fyri rentur og avskrivingar var 117,7 miljónir krónur í 2010. Føroya Tele hevur á aðalfundinum í dag almannakunngjørt roknskapin og ársfrágreiðingina fyri 2010. Roknskapurin vísir eitt avlop á 12,4 miljónir krónur fyri skatt, sum er munandi betri enn árið fyri. Hallið í 2009 var 42,2 miljónir krónur, og sostatt er úrslitið fyri 2010 batnað 54,6 miljónir
Føroya Tele sigur, at roknskapurin tó eisini er merktur av, at 28,6 miljónir krónur eru settar av til tap í útlendskum feløgum, sum Føroya Tele eigur í.
- Vit eru sum heild væl nøgd við úrslitið, ið ber boð um, at tær broytingar, ið eru framdar í felagnum, hava borið ávøkstur. Fyrst og fremst eiga starvsfólkini stóran heiður fyri, at Føroya Tele er vorðið effektivari, tí tey hava tikið óvanliga stór tøk í eini tíð, tá marknaðurin hevur verið merktur av óvissu, samstundis sum kappingin hevur verið hørð. Vit harmast tó um, at íløgan uttanlands aftur setir síni spor í samlaða úrslitið, sum annars hevði verið betri.
Tað sigur Kristian R. Davidsen, stjóri í Føroya Tele.
Vinningsbýtið til eigaran, Føroya Landsstýri, er 6 miljónir krónur.
Úrslitið fyri skatt og avskrivingar, eisini nevnt EBITDA, er 117,7 miljónir krónur, og tað er ein framgongd á 14,4 miljónir. EBITDA verður ofta brúkt at vísa, hvat vanligi raksturin gevur av sær.
- Samlaði kostnaðurin lækkaði 2,4 miljónir krónur og var til samans 316,1 miljónir. Starvsfólkakostnaðurin hækkaði 4,1 miljónir í 2010 samanborið við 2009.
Føroya Tele sigur, at rakstrarkostnaðir annars lækkaðu 6,5 miljónir krónur.
- Fyri at halda samlaða kostnaðarstøðinum niðri er eisini neyðugt at seta fokus á starvsfólkakostnaðin, og av hesi orsøk vórðu uppsagnir framdar á heysti 2010. Hetta var neyðugt við hørðu kappingini og alsamt herdu krøvunum um lægri prísir og nýggjar tænastur.
Føroya Tele vísir á, at eftir at sølan minkaði í 2009 sæst, at sølan aftur vaks í 2010. Samlaðu inntøkurnar hjá Føroya Tele hækkaðu úr 421,8 í 2009 upp í 433,8 miljónir krónur í 2010. Hetta er ein vøkstur á góðar 12 miljónir. Sama gongd er at síggja í søluni sum árini frammanundan.
- Talið á fastnet-haldum lækkar, hinvegin veksur talið á fartelefon- og breiðbandshaldum.
Føroya Tele sær tað framvegis sum sína uppgávu at røkja og veita eina dygdargóða tænastu á fastnetinum, samstundis sum aðrar tænastur verða mentar til bæði privat og vinnu, og tí hava nýggj tilboð og príslækkingar verið at sæð bæði á fastnet-, fartelefon- og breiðbandsøkinum síðstu tíðina.
Á aðalfundinum hjá Føroya Tele vórðu nakrar broytingar framdar í nevndini. Landsstýri eigur Føroya Tele, og umboðini hjá landinum eru tey somu: Klaus Pedersen, formaður, Jóhannus Egholm Hansen, næstformaður, Eyðhild Skaalum og Fanny Petersen halda fram.
Starvsfólkini hava valt síni umboð av nýggjum. Starvsfólkaumboðini eru nú Ulla Stenberg, ið varð afturvald, Christian Joensen og Janus Djurhuus.
Nevndin skipaði seg eftir fundin við sama formanni og næstformanni.










