Komandi sunnudag, tann 22. oktober hevur FSO sína árligu heystkonsert. Henda konsertin verður fjølbroyttari og við eitt sindur øðrvísi skrá enn vanligu symfonikonsertirnar. Á skránni vera fýra verk. Byrjað verður við serenatu fyri 13 blásarar av Richard Strauss. Her fáa træblásararnir í orkestrinum ein møguleika at vísa teir ljómmøguleikarar, sum liggja í "træblásaradeildini" í einum symfoniorkestri. Verkið er fyri tvær floytur, tvær oboir, tvær klarinettir, tvær fagottir, fýra horn og kontrafagott/kontrabass. Ein sera vøkur serenata - veistlukendur tónleikur - eftir kenda týska tónasetaran Richard Strauss, 1864-1949.
Næsta verkið á skránni er víðagitna violinkonsertin eftir Felix Mendelsohn,1809 - 1847 við Sámali Petersen sum solisti. Ivaleyst vælumtókta og mest spælda verkið fyri violin og orkestur úr romantiska tíðarskeiðinum. Onkur hevur sagt um verkið, at tað er ikki skrivað fyri violin, men er sprottið úr violinini.
Eftir steðg verður eitt annað forkunnugt verk á skránni. Her fáa "messingblásararnir" í orkestrinum at sýna annan ljómmøguleikan í einum symfoniorkestri. Hetta verkið eftir Chris Hazell hevur heitið Three Brass Cats og Another Cat, KRAKEN fyri trompetir, trombonir, althorn og tuba.
Seinasta verkið á skránni er Pastoral suita eftir svenska tónaskaldið Lars Erik Larsson. Ein tónamálningur í trimum satsum, avmyndandi vakra svenska landslagið.
Samanumtikið kann sigast, at FSO til hesa konsertina hevur sett saman eina sera áhugaverd og avbjóðandi skrá, sum vit vóna verður væl vitjað og móttikin. Komið fjølment og hugnið í Norðurlandahúsinum ein sunnudag seinnapart við vøkrum og áhugaverdum tónleiki í hugnaligum umhvørvi.