Leygardagin klokkan 16 fer Føroya Symfoniorkestur at halda afturvendandi og sera vælumtóktu familjukonsertina, sum tey plaga at halda upp undir jól.
Men tey eru við at koma í neyð, tí teimum manglar eina gamla skrivimaskinu.
Bernharður Wilkinson, sum stjórnar orkestrinum, sigur, at eitt stykki, tey ætla at spæla er The Typewriter.
Í hesum stykkinum er solo-ljóðføri ein gomul skrivimaskina, men tær eru ikki lættar at finna nú á døgum.
Bernharður sigur, at tey hugsa ikki um eina lítla, fitta skrivimaskinu til skúlabrúks, men eina eina hampuliga stóra, sum bæði sæst og hoyrist.
- Jú størri jú betri, sigur hann.
Tey, sum vita um eina slíka, sum symfoniorkestrið kann fáa til láns leygardagin, eru vælkomin at seta seg í sambandi við symfoniorkestrið á telefon nummarið 22 32 24










