Føroya Sunnasta Hálv-maraton ein success

Um 300 fólk luttóku í Føroya Sunnasta Hálv-maraton.

 í gjár var Føroya Sunnast Hálvmaraton, har fólk kundu renna og ganga frá SALT á Drelnesi til Páls Høll í Vági.

 

Gongufólki fór frá SALT á Drelnesi kl. 9.30, meðan rennarar fóru kl. 10.30, skrivar sudurras.fo.

 

 

Á leiðini var høvi at vitja í Bønhúsinum í Ørðavík, í Hovs kirkju og í Porkeris kirkju. Eisini vóru vatnpostar á fleiri støðum – og hartil høvdu fyrireikararnir skipað fyri, at tónleikur var fleiri staðni, m.a í Hovstunnlinum.

 

 

Við Páls Høll tóku nógv fólk ímóti. Hvistan hevði skipað fyri stórum matar-borði og drekkivørum, soleiðis at gongufólk og rennarar kundu fylla depotini eftir tann 21,1 km langa teinin.

 

 

Tey 300 fólkini, sum gingu og runnu til Føroya Sunnasta Hálvmaraton, fingu eina fantastiskan dag og eitt stórt upplivlsi, skrivar Suðurrás..