Føroya sterkasti skal finnast

Tað eru nøkur ár síðani, at kappast varð um heitið sum sterkasti maðurin í Føroyum. Men tann 10. oktober verður aftur møguleikin til hetta.

Bogi Hammer, sum er ein av stigtakarunum til tiltakið sigur, at teir eru fleiri, sum leingi hava sakna eina slíka avbjóðing.

- Tað eru jú eisini nógvir, sum reypa sær av styrki, og nú kunnu vit veruliga fáa at vita, hvør er tann sterkasti. Og hjá okkum, sum brúka nógva tíð upp á venjing, er hetta eisini ein stórur motivatiónsfaktorur, soleiðis at vit veruliga kunnu venja fram móti einari kapping. Og tað er jú altíð nógv stuttligari, tá so er, sigur Bogi.

Longu nú er greitt, at í minsta lagi átta mans ? teirra millum eisini ein sumbingur - standa á luttakaralistanum. Teir flestu av luttakarunum hava okkurt føroyskt met í styrkislyfti, men Bogi sigur, at teir fegnir taka ímóti tilmeldingum frá øðrum, sum vilja gera seg galdandi í kappingini.

Og so kunnu vit leggja afturat, at tilmelding kann fara fram beinleiðis hjá Boga á bogihammer@yahoo.dk.

 

Kappingin verður í Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn, og eru tær seks kappingargreinarnar hesar:

Lyfta 90 kg frá akslahædd og upp um høvd flestar møguligar ferðir

Halda einum 20 kg tungum dekki í strektum ørmum longst gjørligt

Max lyft í benchpress

Renna upp á tíð við 5 sekkum á 100 kilo hvør

Halda 2X100 kg bobbens upp frá í longst møguliga tíð

Lyfta reyvina á persónbili uppfrá og ganga 20 metrar skjótast gjørligt