Føroya størsti veðrur

Leygarkvøldið flettu porkenningar ein veðr, sum sigur spaðar frúgv til alt, ið nakar hevur hoyrt um áður

 

Seyðahald


Tá ið vit í farnu viku skrivaðu um veðrin hjá Elias Hammer í Hovi, sum vigaði 117 pund, fóru søgur skjótt at ganga um ein annan veðr, sum skuldi vera enn størri.

Sum ikki einaferð vóru tað porkenningar, sum skuldu hava ein avbera stóran veðr gangandi í einum stiki og teir, sum høvdu sæð hann, mettu, at hann fór at taka veðrin hjá Eliasi Hammer.

Og rætt var.

Talan er um ein tvey ára gamla veðr hjá Dánjal Johannus Petersen í Porkeri, men tað var systursonurin, Hallur, sum bar kannuna av honum.

Leygarkvøldið var so løtan komin, tá ið veðrurin skuldi flettast.

Tað fór skjótt sum rótasúpan um alla bygdina og í aðrar bygdir, at í kvøld skuldi tað vera og tá ið veðrurin var flettur í kjallaranum hjá Dánjali Johannusi, var stúgvandi fult av fólki komið at hyggja at.

Og tey fingu sanniliga tað, tey vóru komin eftir, tí tá ið krovið varð hongt á vektina, sprakk hon heilt upp á 65 kilo, ella 130 pund.

Fyri at geva eina mynd av, hvussu stórur veðrurin var, kann eisini nevnast, at hann hevði ikki minni enn 62 merkur í tálg, tað eru 15,5 kilo. Fótamørurin var eisini forsvarligur, hann vigaði heili sjey pund.


Væl passaður

Hetta er størsti veðrur, nakar av teimum, sum vóru hjástødd hetta kvøldið, høvdu hoyrt um.

Men síðani hava vit hoyrt um ein veðr, onkur hevði havt undir krígnum og sum skuldi verið enn størri, Tað segðist, at hann sigaði 136 pund, men tað kann ikki sigast við vissu, og nógvir eldri menn høvdu so ikki hoyrt um tað fyrr.

Dánjal Johannus, sum hevur passað veðrin, sigur, hann hevur sum so ikki gjørt nakað serligt, fyri at fáa hann so stóran.

Men talan var um ein stóran seyð. Tá ið hann kom úr haganum sum lamb, vigaði tað 56 kilo í livandi vekt og tað er eitt lamb í frægara endanum, sum Dánjal Johannus sjálvur málber seg.

Nú, hann var dripin, vigaði hann 130 kilo í livandi vekt og sjálvt krovið vigaði,sum sagt, 130 pund.

Í vetur hevur veðrurin staðið inni, men tíðliga í summar varð hann sleptur í eitt stik at ganga. Hann hevur bara fingið hoyggj í vetur og so sjálvsagt grasið í stikinum í summar

Dánjal Johannus sigur tó, at sjálvsagt er hann væl passaður og kraftfóður hevur hann eisini fingið, hesa seinastu tíðina eitt pottamál um dagin, ella gott tað, men fyrr í ár minni enn tað.

Hann ætlar nú at royn at turka krovið, men hann veit ikki, hvussu tað fer at ganga, tí tað er so stórt.

Hann er tó ikki óvanur við stórar veðrar, hann hevur fyrr havt veðr, ið vigaði 108 pund og 109 pund, og tað var ongin trupulleiki at turka, heldur ikki tjógvini.


.