Á Tvøroyri hava teir Nadodd, Greipur er í Havn og Dvørgamoy á Toftum. Hetta eru árabátar og bátar, sum kunnu sigla við seglum.
Nadoddur og Greipur eru seksæringar við 12 árum, og Dvørgamoy er tíggjumannafar við tíggju árum.
Aðrir bátar eru eisini, sum eru smíðaðir til rógving og sigling við seglum, og at enda eru grindabátar varðveittir í Vági - og í Klaksvík.
Nú verður ein nýggjur bátur smíðaður í Havn. Hetta er ein sonevndur teinæringur við ikki færri enn 20 árum.
Teir, sum standa aftan fyri hesa verkætlan, bjóða nú fólki at síggja bátin á mentanarnáttini.
- Hurðin - yvir av gamla Hospitali og út móti Skiparagøtu - er opin í kvøld frá klokkan 18-21, siga fyriskipararnir.
Teinæringurin verður soleiðis Føroya størsti árabátur.










