Føroya størsti brúktbilamarknaður

Leygardagin 30. apríl verður Føroya størsti brúktabilamarknaður á Skálatrøð í Havn, har fleiri av bilasølunum sýna fram sínar brúktu bilar á einum felags marknaðardegi.

 

Tað er Stuðulsfelagið Knørrur, sum skipar fyri tiltakinum í samstarvi við bilasølurnar, ið sjálvar standa fyri søluni av bilunum. Talan er um eitt afturvendandi tiltak í sambandi við at fólk fáa feriupengar. Bilasølurnar eru væl fyrireikaðar og hava altíð nógv góð tilboð. Eisini bjóða tær fígging við lágari rentu.

 

Ein av fyrireikarunum, Regin Joensen frá Stuðulsfelagnum Knørri, sigur, at tey hava í nøkur ár skipað fyri líknandi tiltøkum, sum fólk hava tikið væl undir við, og nógvir bilar vórðu seldir. Umboð fyri tær ymisku bilasølurnar lata eisini væl at tiltakinum.

 

Fyrireikararnir siga, at har verður okkurt til børnini sum t.d.hoppiborg. Eisini verður ókeypis kaffi og køka.