Føroya størsta skomm!

Tað er fríggjadagur 15 desember 2006 og Kl er 09.50 Føroya Løgting sessast til fund nr 41, uppskot frá Annitu á Fríðriksmørk og Finni Helmsdal úr Tjóðveldisflokkinum, um “Kynsliga orientering” tiltikna grein 266 B

Eftir drúgva viðgerð við broytingaruppskotum aftur og fram, verður Føroya størsta skomm nakrantíð, samtykt.

Og sum tað eisini bleiv sagt beint aftaná av mongum – hetta er bert byrjanin, og livst so spyrst, tí longu nú eru røddir frammi um at loyva skrásettum parlag og allari aðrari óhumsku, sum ikki hoyrir heima í einum kristnum landi, og tí er tað so sera umráðandi, - nú val stendur fyri durum, at vit velja fólk sum standa fyri tí kristna arvinum, tí Gud letur seg ikki spotta, og hann hevur heldur aldrin signað – hvørki land ella fólk, har siðloysi ræður.

Sjálvur valdi eg tjóðveldið í eini 30 ár ella meira, - men so fekk eg eyguni upp fyri hvørja leið hesin flokkur vildi halda í etiskum, moralskum og bíbilskum spurningum, og tá var eg skjótur at velja hann frá. Ja heldur samband á einum kristnum støði, enn tjóðveldi og loysing við siðloysi.

So mín áheitan til øll tey trúgvandi í Føroya landi - veljið við umhugsni tey sum uppstillaði eru og kannið eftir, hvat tey standa fyri í hesum álvarsmáli, sum er við ella ímóti Guds orðið.

 

Tey, ið atkvøddu fyri grein 266 B. Vóru.

 

Annita úr Fríðriksmørk. Tjóðveldi

Finnur Helmsdal. Tjóðveldi

Heidi Petersen. Tjóðveldi

Hergeir Nielsen. Tjóðveldi

Høgni Hoydal. Tjóðveldi

Páll á Reynatúgvu. Tjóðveldi

Torbjørn Jacobsen. Tjóðveldi

 

Edmund Joensen. Sambandsfl.

Johan Dahl. Sambandsfl.

Olav Enomoto Sambandsfl.

Kai Leo Johannesen. Sambandsfl.

Lisbeth Petersen. Sambandsfl.

 

Andrias Petersen. Javnaðarfl.

John Johannesen. Javnaðarfl.

Kristian Magnussen. Javnaðarfl.

Vilhelm Johannesen. Javnaðarfl.

 

Poul Mikkelsen. Fólkafl. Íalt 17 atkvøður fyri “Siðloysi”.

 

Tey, ið atkvøddu ímóti grein 266 B. Vóru.

 

Alfred Olsen. Sambandsfl.

Marjus Dam. Sambandsfl.

 

Anfinn Kallsberg. Fólkafl.

Jógvan við Keldu. Fólkafl.

Jørgen Niclasen. Fólkafl.

Kjartan Joensen. Fólkafl.

Óli Breckmann. Fólkafl.

Heðin Zachariassen. Fólkafl.

 

Gerhard Lognberg. Javnaðarfl.

Henrik Old. Javnaðarfl.

Sverri Midjord. Javnaðarfl.

 

Jenis av Rana. Miðflokkurin.

Bill Justinussen. Miðflokkurin.

 

Karsten Hansen. Tjóðveldisflokkurin – nú í Miðflokkinum.

 

Kári P Højgaard. Sjálvstýrisfl.

 

Íalt 15 atkvøður ímóti “Siðloysi”.

 

Løgtingsformaðurin er oftani frammi, nú seinast í samband við eina vallýsing, um “Tignina” í løgtinginum og løgtingshúsinum, - fyri mítt viðkomandi síggi eg onga “Tign” á hesum stað, fyrrenn øll tey, ið atkvøddu fyri grein 266 B, eru vald út úr Løgtinginum.

Gott val og Gud signi mítt føðiland. Føroyar.