Føroya størsta sálarfrøðiliga tiltak nakrantíð

Í døgunum, 14.-15. mars, skipar felagið Føroyskir Sálarfrøðingar fyri sálarfrøðiligum fakfestivali, sum verður størsta tiltak í Føroyum av slíkum slag nakrantíð. Tilmeldingarfreistin fyri luttøku á tiltakinum er sett til 18. februar

SÁLARFRØÐI

Tiltakið, sum verður á Hotel Føroyum, er ein sálarfrøðiligur fakfestivalur, ið er viðkomandi fyri øll, sum á einhvønn hátt arbeiða við menniskjum ella hava áhuga fyri menniskjaligum og organisatoriskum viðurskiftum.
Ein stýrisbólkur er settur at skipa fyri tiltakinum, og forkvinna í hesum bólki er Tóra Petersen.

Margfeldni
Stýrisbólkurin sigur, at fakfestivalurin hevur til endamáls at varpa ljós á sálarfrøðiligt margfeldni, sum tað verður rópt.
- Vit vóna at kunna veita øðrum fakbólkum møguleika at ogna sær vitan og íblástur. Sum tað liggur í heitinum, verður tiltakið skipað sum ein festivalur við tað, at luttakarar fáa høvi til at seta sína egnu skrá saman.
Stýrisbólkurin vísir á, at í dag arbeiða sálarfrøðingar á øllum økjum samfelagsins og við sera ymiskum uppgávum og innan ymisk og ólík arbeiðsøki.
- Festivalurin kann tí síggjast sum eitt sjálvtøkuborð, har tú velur tað, sum hóskar best til tín, sigur stýrisbólkurin.

Fimm breytir
Fimm umboðandi breytir verða á sálarfrøðiliga fakfestivalinum. Hesar eru 1) Børn og Ung, 2) Arbeiðs-og Organisatiónssálarfrøði, 3) Læring og Menning, 4) Klinisk Sálarfrøði og 5) Viðgerð og Likam og Sál. Aftrat hesum verða eisini felags framløgur.
Stýrisbólkurin sigur, at hetta vil tryggja, at ein og hvør fær møguleika at velja okkurt, sum passar til teirra arbeiðs-ella áhugaøki.
- Hetta verður gjørt, soleiðis at luttakararnir skriva ein raðfestingarlista, har tey raðfesta ta verkstovu, tey í fyrstu syfti og aðru syfti ynskja at luttaka í, sigur bólkurin.

Seinasta freist
Nøgdin av atgongumerkjum er avmarkað, og bólkaavsláttur verður givin arbeiðsplássum sum senda meiri enn ein luttakara.
Seinasta freist at keypa atgongumerki til sálarfrøðiliga fakfestivalin er 18. februar. Atgongumerki kunnu keypast við at senda tilmeldingarlepa við kvittan fyri inngjald til Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar, Tórsgøta 17, Tórshavn.
Til ber eisini at senda teldupost til fakfestival@psykolog.fo
Upphæddin fyri ein luttakara er 3.950 krónur, men er talið av luttakarum, sum tekna seg saman, meiri enn ein, er kostnaðurin 3.350 krónur.