Føroya størsta øl samling

- Eg var bergtikin av føroysku etikettunum, sigur eigarin føroya størstu ølsamling

Í løtuni eru teir í fer við at seta føroya størstu ølsamling upp á Bryggjuni í Vestmanna. Sosialurin hitti eigaran av Bryggjuni, Barry Bláhamar, tá hann setti allar tær 700 fløskurnar upp á tær sergjørdu hillirnar.
Barry heldur, at hetta er heilt fantastiskt, at Jákup hevur kunna samlað so nógvar ymiskar ølfløskur frá umleið 70 londum. Her eru so nógv sløg bara frá Carlsberg, sum eg ikki hevði trúð.
Eigarin av ølsamlingini, Jákup Hansen, býr í dag í Birkerød. Hann sigur við Sosialin, at áhugi hansara fyri ølútsjónd kom, tá hann og foreldrini í 1988 fluttu úr Danmark til Vestmanna, har pápin, Páll hevði fingið starv, sum lækni.
Tá var eg so ungur og hugsaði ikki um, hvat innihaldið var, men tær føroysku øletikettirnar bergtóku meg so nógv, at eg fór at samla so líðandi.
Tá eg so flutti til USA í 1993 kom gongd rættuliga á samlingina, tí ikki tykkum at siga, so er USA stórt, so har vóru nógv sløg av øletikettum at síggja, sigur Jakup Hansen, sum at enda leggur afturat:
- Elsta ølin hjá mær, sum er donsk, er frá 1964.
Vit kunnu leggja afturat, at Jákup lesur í løtuni spanskt og í hesum døgum skrivar hann spesiali og ger analysu av spanska ølmarknaðinu.
Nú Bryggjan letur upp við umbygdum hølum verður ølframsýningin at síggja, allar daga uttan mánadag.