Tað eru kampingfelagið Kamping.fo og B68, sum skipa fyri tiltakinum. Ein av fyrireikrunum, Jan Danielsen á Toftum, sigur, at ætlanin er, at hetta skal vera Føroya størsta kampingstevna, og verður hetta helst eisini seinasta tiltak av sínum slagi í ár.
Á grasvøllinum er sera gott pláss, so helst verður pláss fyri øllum kampingvognum og kampingbilum í Føroyum. Hentleikarnir av teimum allarbestu: El verður lagt á økið, vatn er eisini lagt til, umframt at umstøður eru til at tøma rottangan.
Skipað verður fyri felags hugnakvøldið í B-68 húsinum antin fríggjakvøldið ella leygarkvøldið.
Frá kl. 19 hóskvøldið ber til at koma á økið við vogninum/bilinum. Seinasta freist at koyra av aftur økinum er mánadagin.
Jan sigur, at hóast seinasta freist at tekna seg til stevnuna var mánadagin 7. september, er framvegis møguleiki at tekna seg við at senda teldupost til: jandan@post.olivant.fo ella ringja til 21 77 60 / 54 25 55.