Hetta er tíðin tá hálvársroknskapir byrja at koma fram. Føroya Sparikassi er heldur einki undantak í so máta. Úrslitið hjá Føroya Sparikassa fyri fyrra hálvár í ár var 29,9 rætta vegin eftir skatt. Úrslitið skyldast øktum rentuinntøkum og stóra kurstapið í fjør ikki heldur fram. Hóast hetta er vinningurin fyri hvøjra kostnaðar munandi minni enn hjá Føroya Banka.
Í roknskapinum fyri 1. hálvár 2001 verður víst á, at úrslitið fyri 1. hálvár 2001 er 15,3 mío kr. betri enn úrslitið fyri 1. hálvár 2000.
Góða gongdin skyldast sjálvandi fyrst og fremst positivu gongdina í føroyska búskapinum. Flestu lántakararnir hjá Føroya Sparikassa eru fólk, sum lána pening til setthús o.a.
Øktu inntøkurnar skyldast eisini, at Føroya Sparikassi nú er farin at vinna meira pening burturúr ómaksgjøldum og øðrum gjøldum. ´
Útreiðslurnar til starvsfólk eru 1. hálvár í ár nakað tað sama sum 1. hálvár í fjør.
Hóast gjaldførið hjá Føroya Sparikassa er minkað frá 983 mío til 1,073 mia, so er samlaða gjaldføriå Sparikassans 25,9 %, og stuttfreistaða gjaldførið er 66,1 %.
Hóast Føroya Sparikassi 1. august lækkaði rentuna á inn- og útlánum, so væntar Sparikassin kortini, at ársúrslitið verður betri enn í 2000.