Øll starvsfólk hjá Føroya Sparikassa eru kallað inn til fundar á høvuðsdeildum sínum mikumorgunin.
Tá fáa tey at vita, at 16 fólk eru søgd úr starvi hjá Føroya Sparikassa, og fimm deildir kring landið verða lagdar niður.
Hetta er beiski bitin, sum landsins næststørsti peningastovnur má svølgja.
? Orsøkin til hetta er, at manuellu avgreiðslurnar eru minkaðar við 30 prosentum seinastu fýra árini, og vit kunnu ikki hava fleiri fólk í starvi, enn tað er brúk fyri, sigur Marner Jacobsen, forstjóri í Føroya Sparikassa.
Hann avsannar, at uppsagnirnar hava nakað sum helst at gera við støðuna í alivinnuni, har Føroya Sparikassa er ein av fíggingarstovnunum.
? Rationaliseringin er partur av vanligum virkisrakstri og hevur tí ikki samband við hálvársroknskapin 2003, ið var merktur av burturleggingum móti tapum.
Fimm deildar hvørva
Deildirnar í Skopun, Sandavági, Kvívík, Hósvík og á Skála verða lagdar niður frá hálvum februar, og tá mugu viðskiftafólk hjá sparikassanum á hesum plássum venja seg við nýggjar avgreiðslur.
Tað eru ikki bara starvsfólk á hesum deildum, sum eru søgd úr starvi. Forstjórin í Føroya Sparikassa vil ikki siga so nógv um, hvørji fólkini eru, men hann sigur, at uppsagnirnar eru kring alt landið, og at tað fyrst og fremst eru avgreiðslufólk, sum mugu lúta fyri sparingunum.
? Ein støðugt vaksandi automatisering av avgreiðslunum hevur gjørt seg galdandi hjá Føroya Sparikassa í fleiri ár. Tað merkir, at ein munandi partur av øllum avgreiðslum eru sjálvvirkandi ella verða framdar av kundunum sjálvum við gjaldkortum, umvegis HeimaGreiðsluna, GjaldSkipanina og so víðari.
? Automatiseringin hevur borið í sær, at manuellu avgreiðslurnar eru minkaðar heili 30 prosent seinastu fýra árini. Tí hevur stjórnin í Føroya Sparikassa tikið avgerð um at fremja eina umskipan ella rationalisering, sum merkir broytingar í starvsfólkatali og deildarneti, sigur Føroya Sparikassi í tíðindaskrivinum, sum varð sent fjølmiðlunum eftir middag týsdagin.
Sálarliga hjálp
Føroya Sparikassi harmast sum vera man um, at neyðugt er at siga fólki úr starvi, men Marner Jacobsen, forstjóri, sigur, at hetta er neyðugt.
? Í løtuni liggur tað ikki kortunum, at fleiri uppsagnir verða, hóast tað ongantíð ber til at geva eina trygd fyri tí, sigur hann.
Føroya Sparikassi sigur, at starvsfólkini, sum nú fara úr starvi, verða ikki slept upp á fjall. Øll fáa tey tilboð um hjálp frá sálarfrøðingi. Eisini stendur teimum í boði at gera
tær útbúgvingarnar lidnar, sum tey eru í gongd við. Sparikassin hevur eisini bjóðað sær til at rinda fyri skeið, ið kunnu bøta um møguleikarnar hjá starvsfólkunum at koma í nýggj størv.
Røkja deildarnetið
Hóast deildir verða niðurlagdar, ætlar Føroya Sparikassi framvegis at røkja deildarnetið kring landið væl.
? Tær 16 eftirverandi avgreiðsludeildirnar verða styrktar og støðugt endurnýggjaðar, og harvið mennir Sparikassin framhaldandi tænastuna til øll viðskiftafólk síni. Ein ítøkilig ætlan er um at byggja eina nýggja deild í Fuglafirði. Ein sjálvtøka letur upp á deildini í Sørvági, og sjálvtøkan á deildini á Skála verður framhaldandi virkin, sigur Føroya Sparikassi.
Eftir rationaliseringina eru 16 avgreiðsludeildir í Føroya Sparikassa, umframt høvuðsdeildina. Fulltíðarstørvini eru 172 í tali.