Føroya Sparikassi nýggj høli

Húsini, ið Føroya Sparikassi heiman á Sandi hevur hildið til í í nógv ár, eru nú umbygd og útbygd.

Føroya Sparikassi á Sandi flutti ígjár aftur í hølini, stovnurin hevur hildið til í í nógv ár. Síðani miðskeiðis í oktober hava handverkarar havt sína dagligu gongd í húsunum, ið nú bæði eru umbygd og útbygd. Fólk heiman á Sandi hava hesa tíðina leitað sær í eini kjallarahøli í bygdini fyri at avgreiða síni peningaviðurskifti.

Við útbyggingini hevur Føroya Sparikassi fingið fleiri og betri hølir. Íbúðin, ið var í húsunum, er tikin uppí til avgreiðslu- og skrivstovuhøli og loftið, sum ikki var innrættað, er nú gjørt til goymslurúm.

- Umframt útbyggingina eru hølini vorðin meiri nosslig og tíðarhóskandi. Ein sjálvtøka, sum tann fyrsta í oynni, er sett upp, og vit hava eisini fingið eina rampu til koyristól. Eftir er at mála húsini og gera økið rundan um húsið. Tað verður gjørt í summar, sigur Sverri Edvinsson, deildarleiðari í Føroya Sparikassa í Sandoynni.

Føroya Sparikassa í Sandoynni hevur tríggjar deildir, eina heiman á Sandi, eina í Skálavík og eina í Skopun. Á øllum deildunum starvast í alt fimm fólk.