Føroya Skipara- & Navigatørfelag hevur avgjørt, at limirnir í framtíðini kunnu velja millum tveir eftirlønarveitarar. Í hesum sambandi er avtala nú gjørd við eftirlønar- og lívstryggingarfelagið Betri pensjón. Avtalan er galdandi frá 1. januar 2010, og stendur tað sostatt limunum frítt at velja frá hesum degi.
Limirnir í Føroya Skipara- & Navigatørfelag fáa nærri kunning um nýggju avtaluna í nærmastu framtíð.
Eyðstein Djurhuus, formaður í Føroya Skipara- & Navigatørfelag, sigur, “at limirnir í longri tíð hava eftirspurt hesum valmøguleika. Økt kapping á eftirlønarøkinum kann bara gagna limum okkara. Men vit leggja dent á, at eftirlønin bert kann inngjaldast til góðkendar skipanir.”
Mortan Poulsen, stjóri í Betri pensjón, fegnast um nýggju avtaluna og leggur afturat, “vit fara at leggja okkum eftir einum góðum samstarvi, og at veita eina gjøgnumskygda eftirlønarskipan til limirnar hjá Føroya Skipara- & Navigatørfelag. Ein skipan, sum tryggjar framhaldandi vælferð, tá ið farið verður frá fyri aldur, ella um okkurt óvæntað hendir áðrenn eftirlønaraldur.”
Føroya Skipara- & Navigatørfelag og Betri pensjón, 9. februar 2010.