Føroya Sjómannadagur útsettur til 2021

Í dag hevur nevndin í Føroya Sjómannadegi í samstarvi við fleiri av stuðlunum gjørt av, at Føroya Sjómannadagur 2020 verður fluttur til 21. august 2021

Hetta hevur verið en tung avgerð hjá okkum øllum, men vit hava hildið tað vera rætt at fylgja almennu tilráðingunum frá politisku og heilsufakligu myndugleikunum á korona økinum, skrivar Nevndin fyri Føroya Sjómannadag í tíðindaskrivi.

Ongin Sjómannadagur uttan stuðlar.

– Vit, sum hava sitið í nevndini, sum hevur fyrireika Sjómannadagin nú í mong ár, takka okkara stuðlum, ið hava verið ótrúliga trúgvir nú í samfull 15 ár. Vit, sum hava fyrireikað Føroya Sjómannadag uttan samsýning og vælvild frá umleið 400 øðrum, eru fúsir at fara aftur til verka komandi ár. Tað er tó treytað av, at okkara stuðlar, fiskivinnan, vinnulívið, fyrst og fremst í Norðoyggjum, saman við býráðnum, landstýrinum og vinnufyritøkum aðrastaðni, framhaldandi standa saman um at stuðla Føroya sjómannadegi 2021, skrivar nevndin fyri Føroya Sjómannadag.