Seinasta freist at melda til stóru fiskikappingina á Kósabrúnni kl. 18 og vatnkríggið á Vánni, sum verður í kvøld klokkan 19, er í Norðoya Sparikassa í dag klokkan 15. Nummar eitt, tvey og trí í fiskikappigini, fáa heiðursmerki og atgongumerki til Cirkus Baldoni.
Kl. 19 leggja skip og bátar at Kósabrúnni og síðani verður stórt vatnkríggj á Vánni. Kaptain Gardar bjóðar smærri børnum í vatnkríggj á bryggjuni frammanfyri kryvjing á vestursíðuni, kl. 19:30.
Øll skulu verða í bjargingarvestum.
Eftir vatnkríggið fáa øll heitt kakao, sunkist og góðgæti við stóra pallin í Klaksvíksgarðinum.
Í kvøld kl. 22.00 fara bólkar frá Dávavirkinum at hava konsert í Klaksvíksgarðinum
DJ Jóan Magnus Magnusson
Quarter to Three
Jens Marni Band
Vinir