"Bilførari eigur at hava í huga, at positiv framferð í ferðsluni er við til at styrkja um tað umdømi, sum fyritøka okkara hevur og livir av". Hetta er brot úr ferðslutygdarpolitikkinum hjá Føroya Shell.
Tað er eitt krav frá Shell at øll teirra starvsfólk, um tey koyra í tangabili, lastbili, servicebili ella privatbili, skulu á ferðslutrygdarskeið. Ístaðin fyri at senda øll síni starvsfólk av landinum gjørdi Føroya Shell avtalu við koyrilærar-arnar Bjarka Johannesen og Niels Peter Olsen um at halda hesi skeið fyri teirra starvsfólkum. Teir blivu sendir til Danmarkar á ferðslutrygdarskeið. Síðan hava teir hildi skeið fyri starvsfólkunum hjá Føroya Shell. Teir hava tillaga skeiðini til føroysk viðurskiftir.
Dentur verður lagdur á at koyra "defensivt", t.v.s. at halda rætta frástøðu til aðrar bilar, so bilførarin í góðari tíð kann síggja hvat er fyri framman og harvið varnast møguligar vandar í ferðsluni. Tað eigur altíð at verða koyrt eftir umstøðunum og allar ásetingar í ferðsluni skulu haldast
Á hesum skeiðum verður vitjað á Ferðslutrygd har luttakararnir m.a sleppa at royna "Hvølvus" og sletuna við trygdarbeltunum. Ein videofilmur verður vístur, sum sýnir hví tað er so neyðugt at nýta trygdarbeltir. Skeiðið endar við myrkakoyring inni á Sundi. Skeiðluttakararnir vóru skelkaðir, tá teir sóðu, hvussu hættisligt tað er at ganga í myrkum klæðum í myrkri uttan endurskin.
Um allan heimin hevur ferðslutrygdarpolitikkurin hjá Shell havt góða ávirkan, við tað at tær álvarsligu deyðsvanlukkurnar eru blivnar færri. Skeiðluttakararnir fáa nakað at hugsa um og blíva meira tilvitaðir um ferðsluna.