Pipar & Salt hálova - ella gera gjøldur við - vitan og lærdómi í nýggja showinum, sum var frumsýnt í Norðurlandahúsinum í gjárkvøldið. Útselt er til sýningina í kvøld, men eykasýningar eru á skránni mikukvøldið og hóskvøldið.
"Fólk rópa eftir, at vit skulu hava fleiri útbúgvin fólk. Men vit hava longu fingið fleiri lærd og klók fólk - eisini á tingi. Tað hevur ikki bara hækkað munandi um støðið á politiska orðaskiftinum - tað hevur fullkomiliga broytt føroyskan politikk. Og lærd og klók fólk hava nýliga fortalt okkum, at føroyingurin ikki er 1.000 ára gamal - nei, teir fyrstu føroyingarnir settu búgv heima á Sandi longu í ár 300.
Hetta reisir nógvar spurningar - men tað gevur sanniliga eisini nógv svar. Og tað broytir alt tað, vit áður hava hildið um okkum sjálv. Men hvørji eru vit so? Og hví eru vit, sum vit eru? "
Hetta er útgangasstøðið fyri nýggju framførsluni hjá Pipar & Salt, sum var frumsýnd í gjár. Talan er um stand-up show - uttan pall ella orkestur.
Men áhugin er stórur kortini. Útselt var í gjár, útselt er í dag - og eykasýningar verða í morgin og hósdagin.