Siglingarætlan er nú løgd fyri Føroya Regatta 2011. Skipini hittast í Klaksvík mikudagin 6. juli, og sjálv skráin byrjar hósmorgunin 7. juli. Í fjør var á fyrsta sinni skipað fyri einari regatta fyri træseglskip, og hon eydnaðist so mikið væl, at avgjørt nú er at endurtaka tiltakið.
Í fjør endaðu skipini á Havnarvág ólavsøkuaftan, men í ár verður siglingin nakað fyrr. Skipini møtast í Klaksvík mikukvøldið 6. juli, og har verður skipað fyri bryggjudansi frá klokkan 22 til eitt.
Síðani byrjar sjálv regattain hósmorgunin, tá lagt verður frá landi í Klaksvík klokkan 10. Siglt verður yvir á Leirvík, inn á Gøtuvík, Lambavík, Rituvík og Æðuvík áðrenn stevnt verður inn á Skálafjørðin. Siglt verður inn móti Skálabotni, áðrenn leiðin gongur út aftur á Runavík, har skipini liggja nátt.
Fríggjadagin 8. juli verður so farið av Skálafjørðinum suður til Havnar, har skipini liggja í tveir tímar, áðrenn leiðin verður løgd til Tvøroyri klokkan 13.
Leygardagin verður so skipað fyri stórum tiltaki á Tvøroyri, har gamla krambúðin hjá Thomsen letur upp við regatta menu, sum kann keypast allan dagin.
Tiltøk av ymsum slag verður gjørnum allan dagin og um kvøldið verður felagssangur og føroyskur dansur á bryggjuni, áðrenn endað verður við harmonikudansi á Seglloftinum.