Føroya Regatta 2011 heldur fram

Í dag, mikudagin, byrjaði Føroya Regatta 2011. Skip og bátar eru á Klaksvík, harmangt og ymiskt er á skránni. Myndina Tók Dávur Winther í Klaksvík dag.

Skráin fyri restina av Føroya Regatta er henda:

Hósdagin 7. juli. 2011 koma træseglskipini í Regatta-siglingini inn á Skálafjørðin. Skráin sær soleiðis út: 17:00 Sigla inn á Skálafjørðin, venda á miðjum fjørði og undir Lambareiði og við Langanes koma limir í "Seglið" og kappróðrarbátar á fjørðinum uppí fylgið - boðað verður frá, at aðrir bátar eru vælkomnir at fylgja eftir træskipunum. 18:00 Móttøka á havnarlagnum. Nes Sóknar Musikkfelag spælir, og Magnus Rasmussen, borgarstjóri, flytir fram røðu, Kári Sverrison syngur og spælir, eftir tað hugleiðir Jóannes Hansen, samfelagsfrøðingur, um tær maritimu Føroyar. Tórbjørn Jacobsen, havnarmeistari, verður orðstýrari.

Togtogan millum manningarnar á træ/segl-skipunum - vinnarin fær steyp handað, sum Runavíkar Havn hevur latið. Døgverði, kaffi og kaka vera til keyps inni í tjaldinum á havnarøkinum. 19:30 Skipavitjan Øll eru vælkomin umborð at skoða skipini Westward Ho, Norðlýsið, Dragan, Jóhonnu og onnur før, sum liggja við bryggju í Runavík. 20:30 Aftan hugni "Syngið við" á havnarlagnum við harmonikutónum. Jónsvein Knudsen, Sverri Justinussen, Eyðun Gaardbo og Ludvík við Stein skipa fyri. Farið verður eisini upp á gólv, og Petur Olivar í Hoyvík skipar dansin.

Fríggjamorgunin 8. juli kl 10.30 tekur Tórshavnar kommuna ímóti, tá træseglskipini í Føroya Regatta-siglingini koma inn á Havnina.

Skipini Westward Ho, Norðlýsið, Dragin, Jóhanna og onnur før saman við teimum sigla av Runavík suður til Havnar og koma til bryggju á Bursatanga kl 10.30, har tey liggja í 2 tímar.

Tórshavnar kommuna tekur ímóti við ymsum átøkum við Bursatanga.

Skráin er henda:

kl. 10.30 Skipini koma á Havnina, har Havnar Hornorkestur spælir

kl. 10.45 Heðin Mortensen, borgarstjóri, heldur stutta røðu fyri manningunum

kl. 11.00 Bjóðað verður kaffi og køkur í tjaldinum á havnarøkinum. Eisini verður ein pylsuvognur á havnarøkinum, har ókeypis pylsur verða at fáa.

-

Møgulleiki er eisini fyri at keypa atgongumerki/ferðaseðlar til Regattasiglingina, um ein ynskir at sigla við Westward Ho, Norðlýsið, Draganum ella Jóhonnu ímillum havnirnar.

Til ber at vera ferandi ímillum hesar havnir.

Klaksvík - Runavík; kostnaður kr. 300,-

Runavík - Tórshavn; kostnaður kr. 300,-

Tórshavn - Tvøroyri; kostnaður kr. 300,-

Tvøroyri - Klaksvík ( Dragin ) ; kostnaður kr. 300,-

Tvøroyri - Tórshavn ( Westward Ho ) ; kostnaður kr. 300,-

Børn undir skúlaaldri sigla ókeypis, tó saman við vaksnum.

Skipini fara síðani til Suðuroyar, Tvøroyri.

Skipini koma á fjørðin kl. 16.30, siglt verður fram við Drelnesi inn á Trongisvág og so út aftur til Thomsen økið, har skipini í fylgi við føroyskum róðrar- og seglbátum, so sum grindabátar og Naddoddur, koma væntandi kl. 18 og liggja til sunnudagin. Tá lagt verður til bryggju, spælir Tvøroyrar Hornorkestur, og borgarstjórin, Kristin Michelsen, heldur røðu. Manningarnar fáa døgurða kl. 19.00 tá ið Tvøroyrar býráð er vertur.

Á kvøldi spæla Eyðun Nolsøe og Tróndur Enni á Pubbini.

Leygardagin 9. juli er mangt á skránni. Millum mangt annað, at kl. 8.00:

Gamla krambúðin hjá Thomsen letur upp. Kl. 11.00-12.00:Seglskipini sigla ein túr á fjørðinum við ferðafólki. Kostnaður fyri vaksin er 50 kr. og fyri børn 25 kr.

Kl. 12.30:Kappsigling við optimistjollum fyri børn inni í havnarbassininum. Vatnskutarar, har sitið verður aftan, á fjørðinum.

Kl. 14.00:Manningarnar mynstra í Pakhús 4. Manningarnar eru í skipsklæðun frá slupptíðini, og fyrrverandi sýslumaðurin, Eiler Djurhuus, stendur fyri mynstringini.

Kl. 14.30:Framsýning frá slupptíðini letur upp í Pakhús 4. Myndir, filmar og gamlir lutir verða sýndir. Kl. 15.00:Fornminnisavnið í gomlu læknahúsunum letur upp.

Kl. 16.00-18.00: Øll eru vælkomin at vitja umborð.

Kl. 18.00:Pallborðsfundur og kjak á Seglloftinum: Stutt frágreiðing um felagið Træseglskip og um varðveitslu av gomlu træskipunum, ið eru partur av okkara siðsøguliga mentanararvi. Spurningurin verður eisini reistur um, hvørt sluppirnar/træseglskipini og Thomsen-økið hava virði fyri ferðavinnuna. Luttakarar: Hans í Líðini og aðrir sjógarpar frá sluppunum greiða frá. Orðstýrari verður Einar Larsen og Hans Eli. Filmar og myndir frá slupptíðini verður at síggja.

Kl. 21:30:Felagssangur og føroyskur dansur á havnalagnum. Sanghefti verða útflýggjað og sungið verður við harmoniku fylgispæli. Dansifeløg úr oynni skipa dansin.

Kl. 23:00:Regattadansur á Seglloftinum við Halli Joensen. Seglloftið skipar fyri.

Sunnudagin 10. juli:

Siglt verður av Tvøroyri eftir kirkjutíð.