Føroya Ríðingarfelag nýggjan formann

Føroya Ríðingarfelag hevur á aðalfundi í kvøld fingið nýggja nevnd og nýggjan formann.

Á aðalfundi hjá Føroya Ríðingarfelag tann 27/2 varð nýggj nevnd vald. Fomaðurin seinastu árini, Brandur í Dali, stóð fyri vali og stillaði ikki uppaftur til nevndarval.

Tí var greitt, at umframt nýggjar nevndalimir, skuldi felagið eisini hava nýggjan formann.

Nevndavalið fall soleiðis, at Hallur Hansen og Tummas Pauli av Reyni vórðu valdir til tvey ára skeið, meðan Jakobina Niclasen og Osvald S. Johansson vórðu vald til eitt ára skeið.

Karlon Winther og Óli Jóhan Láberg vórðu valdir sum tiltakslimir.

Formaðurin verður eisini valdur beinleiðis á fundinum, og har var Hallur Hansen valdur uttan mótvalevni. Hallur hevur sitið í nevndini seinastu tvey árini og skal sostatt nú royna seg sum formaður.

Nevndin hevur á fundi í kvøld skipað seg og valt ymsar nevndarsessir:

Formaður: Hallur Hansen
Næstformaður: Bryndis Hjartardóttir
Nevndarlimir: Jakobina Niclasen, Osvald S. Johansson og Tummas Pauli av Reyni
Tiltakslimir: Karlon Winther og Óli Jóhan Láberg

Aðrir sessir
Kappingarnevnd: Óli Jóhan Láberg

 

Ungdómsnevnd: Anna Maria Holm Nolsøe
Kassameistari: Bjørn Patursson
Ríðisambandið: Brandur í Dali

 

Tíðindaskriv, Føroya Ríðingarfelag