Føroya Pro Vita varð stovnað í Gøtu skúla tann 12. juni 1992.
Pro Vita ynskir, og arbeiðir fyri, at menniskjavirði verður fasthildi og virt frá giting til natúrligan deyða.
Hesi 10 árini Føroya Pro Vita hevur verið til, hevur felagskapurin havt eina ráðgevingartænastu, gjørt undirvísingartilfar til skúlarnar, og biðið fólk við sera góðum førleikum, úr ymsum londum, at lýsa spurningin um menniskjavirði innan medisinsk-etisk økir og onnur viðkomandi evnir.
Millum hesi evnir kunnu nevnast:
?Fosturdráp.
?Tann horvni pápin.
?At vera foreldur at einum barni við Down-syndromi.
?Iðranarbollin - Angribollin
?Eutanasi (samkenslu-dráp)
?Umsorgan fyri doyggjandi
?Gen-gransking
?Reproduktiónsteknologi
?Post-abortion Syndrom
Í samband við 10 ára dagin hevur Føroya Pro Vita bjóða Torben Riis, lektara, at gera støðuna upp, hvar vit, í okkara parti av heiminum eru, tá tað snýr seg um gongdina innan menniskjasýn og etikk. Harafturat, at vísa á vegin frameftir í arbeiðinum fyri at fasthalda virðingina fyri menniskjalívi.
Torben Riis luttekur á ársfundinum hjá Føroya Pro Vita, saman við konuni, Ingegerd Riis, ið er formaður í Respekt for Menneskeliv, sum er danskur systurfelagsskapur hjá Føroya Pro Vita.
Ársfundurin verður hildin á HF- & Studentaskúlanum á Kambsdali 11.mei 2002, kl. 13.30.
Eftir fyrilesturin hjá Torbeni Riis, verður aðalfundur hildin sambart viðtøkum felagsins.
Øll eru vælkomin.