Føroya Pride av á hesum sinni

Um vikuskiftið hevur høvuðsstaðurin verið prýddur í øllum ælaboganslitum, nú vitjandi úr øllum Norðanlondum hava hátíðarhildið Føroya Pride ? festivalurin fyri samkynd, tvíkynd og transkynd Føroya Pride, sum byrjaði fríggjadagin, endaði seinnapartin í dag. Á skránni hesar dagarnar hava fyrilestrar, pallborðsfundur, filmar, skrúðgonga, røður og sangur.

Mest sjónliga tiltakið og mest vitjaða tiltakið var seinnapartin leygardagin, tá skrúðgonga var frá Norðurlandahúsinum oman í býin, har fólk savnaðust til røðu og felagssang á Vaglinum.

Hetta er onnur ferðin at skipað verður fyri Føroya Pride í Føroyum. Fyrstu ferð var tað í 2005, tá Bogin (t.e. felagsskapurin hjá føroyskum lesandi og ungum samkyndum) stóð fyri tiltakinum. Í ár var tað so felagsskapurin ANSO, sum saman við Friðarboganum, ið skipaði fyri Føroya Pride. ANSO er norðurlendskur felagsskapur, ið ið arbeiðir við áhugamálunum hjá samkyndum, tvíkyndum og transkyndum lesandi í øllum norðurlondum.