Føroya Postfelag havt aðalfund

Tíðindaskriv

 

Føroya Postfelag, hevði aðalfund leygardagin 17. februar.

Nógvir limir vórðu á aðalfundi, har aktuella støðan varð viðgjørd.

Niðurstøðan var, at sáttmálasamráðingarnar helst verða harðar, har dentur verður lagdur á styttri arbeiðsviku, og longri summarfrí, eins fleir punkt eru um sáttmála-ábøtur.

Sjálvandi er eisini krav um munandi lønarhækking.

Kjak varð eisini um nýggja lógaruppskotið um »postvirksemislóg«, og varð nevndin biðin um at hava eitt vakið eyga við, hvat hendir á økinum.

Eftir at nevndin hevur skipað seg, sær hon soleiðis út.

Sunleiv Højgaard, formaður. Agnar Bech, næstformaður. Hendrik Thomen, Kassameistari. Elin Danielsen og Jákup Páll Mohr Mortensen