Tey útvaldu í serligu Føroya nevndini hjá fólkatinginum koma til Føroya í august. Vitjanin verður í døgunum 16. til 18. august. Føroya nevndin plagar at vitja í Føroyum við jøvnum millumbili. Nevndin var seinast í Føroyum fyri tveimum árum síðani, men nevndin hevur ikki verið í Føroyum, síðani hon varð mannað av nýggjum eftir seinasta fólkatingsval.
Nevndin kallast 21-manna nevndin viðvíkjandi Føroyum, men Atlantic Airways fær neyvan ein ordra upp á einogtjúgu ferðaseðlar frá ferðaskrivstovuni hjá fólkatinginum. Fleiri fólkatingsnevndir eru á ferð um hetta mundið, og fólkatingslimir eru oftani limir í meira enn bert tí einu nevndini.
Tað er Ríkisumboðið, ið fyriskipar ferðina. Vit hava ikki kunnað fingið uppspurt skránna, ella hvør kemur við. À vitjanini fyri tveimum árum síðani kunnaði nevndin seg um føroysk viðurskifti, m.a. á fundum við løgtingsfólk, landsstýrisfólk og umboð fyri vinnulívið. Fleiri av limunum tá høvdu ikki verið í Føroyum áður.
Eingin politisk avgerð varð tikin á túrinum, men vitjanin var meira kunnandi og óhátíðarlig.
Føroyanevndin er mannað við umboðum úr Konservativ Folkeparti, Venstre, Socialdemokratiet, Det Radikale Venstre, Enhedslisten, Socialistisk Folkeparti, Dansk Folkeparti og Høgni Hoydal úr Tjóðveldisflokkinum er eisini limur í nevndini. Pia Larsen úr Venstre er formaður, og Frank Jensen úr Socialdemokratiet er næstformaður.










