Tá summarið kemur, kemur eisini Føroya Myndakalendari, ið hevur stóran áhuga hjá ferðafólki og hjá føroyingum bæði her heima og uttanlands. Nógvir føroyingar uttanlands hava eisini kalendaran hangandi á vegginum. Á baksíðuni á kalendaranum er eitt føroyakort við nøvnunum á øllum bygdum og býum, soleiðis at fólk kunnu síggja, hvar í Føroyum myndirnar eru tiknar.
Myndakalendarin er eisini eitt gott amboð hjá ferðavinnuni. Her verða Føroyar vístar úr vakrasta sjónarhorni, og tað er einki at ivast í, at fremmandafólk tekkjast landi okkara, tá tey síggja slíkar myndir.
Myndakalendarin er í brævbjálva, soleiðis at tað er sera ómakaleyst at senda ein kalendara til vinir og kenningar í útlandinum, tað er bert at skriva adressuna á bjálvan og seta frímerki á.
Tað eru Jákup Andreas Arge og konan, Solveig, sum taka sær av arbeiðinum við at gera kalendaran kláran. Jákup Andreas sigur, at um Solveig ikki var við í arbeiðinum, hevði eingin kalendari komið út.
Kalendarin verður prentaður í Íslandi, men annars gera tey alt arbeiði sjálvi. Tey pakka, og syrgja fyri at kalendarin kemur í sølubúðirnar kring landið. Kalendarin verður eisini seldur uttanlands og fæst t.d. á Norðuratlantsbryggjuni og í Føroyahúsinum.