Føroya­meistar­arnir buldra víðari

Verandi føroyameistarin Neistin vann uppiborið á einum av argastu kappingarneytunum í gjár. Blálittu kvinnurnar úr Havn eru farnar frá hinum á stigatalvuni, og tað tykist bara vera spenningur um, hvør mótstøðan verður í finalunum

Tað er tíðliga at staðfesta, at Neistin verður annað av liðunum, sum skal spæla finalurnar um føroya­meistara­heitið. Men fyrstu umførini hava givið greiðar ábendingar um, at verandi føroyameistarin fær møgu­leikan at endurvinna gull­merk­ini, tá kappingarárið fer at halla av álvara.
Neistin er greitt oddalið. Fyrstu sjey dystirnir hava givið fult stiga­tal, 14 stig, og tað er fýra stig meira enn VB, sum er nummar tvey.
Stjørnan spældi í ítróttarhøllini á Hálsi í gjár. Neistin vann uppiborið við fýra málum, 29-25, og hevur beina kós í finalurnar.
Sleptu í seinna hálvleiki
Neistin buldraði avstað beinanvegin í gjár. Heimaliðið var eina løtu á odda við heili níggju málum, men klaksvíkskvinnur, sum hevði til uppgávu at avmarka tapið sum frægast, góvu ikki skarvin yvir.
Oddaliðið var á sigurskós alla­tíðina, og hóast neistakvinnur tókt­ist taka sær av løttum eina løtu eftir steðgin, so hevði Neistin tamar­hald á støðuni, og sigurin var held­ur ongantíð í vanda.